So melur skrúvan aftur

Tann endaleysa skrúvan í Miðeystri er aftur farin at mala. Fyrst brast ein sjálvmorðsbumba í Haifa, og gjáranáttina hevndi Ísrael atsóknina. Úrslitið var 26 deyð.

Miðeystur

Eftir steðg í tveir mánaðir eru sjálvmorðsbumbuatsóknirnar byrjaðar aftur í Miðeystri. Tað hendi seinnapartin mikudagin, tá ein palestinskur bumbumaður fór upp í ein buss í ísraelska havnarbýnum Haifa og sprongdi eina sterka løðing.
Spreingingin var so sterk, at tað mesta av takinum fór oman av bussinum, og tá ísraelsku hjálparfólkini vóru liðug á staðnum, høvdu tey flutt 15 lík haðani. Harumframt høvdu fleiri fingið skaða, og hjá summum stóð um lív.
Eins og fyrr kom ísraelska hevndin at kalla beinanvegin. Gjáranáttina søkti ísraelski herurin at einari flóttafólkalegu uttan fyri Gaza bý. Stríðsvognar skutu granatir og tyrlur rakettir, og tá avtornaði, høvdu 11 palestinar latið lív í álopinum. Uppaftur fleiri vóru særd.
Í gjár hevði eingin palestinskur felagsskapur átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingini í Haifa, men Yaacob Borowsky, løgregluovasti, segði longu stutt eftir tilburðin, at talan var um eina palestinska sjálvmorðsbumbuatsókn. Sambært ovastanum hevði ísraelska løgreglan fingið einar 40 ábendingar um, at ein atsókn var á veg.
Palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir fordømdu atsóknina í Haifa, sum var tann fyrsta síðani tann 6. januar.