So minkaði talið av smittaðum við 29

Munandi færri tilburðir av koronusmittu vórðu staðfestir í gjár

savnsmynd

Í gjár vóru 34 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað eru 29 færri enn fríggjadagin, tá staðfestir vórðu 63 tilburðir.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

1088 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 415 smittað, fimm eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

 

savnsmynd