So nógv byggivirksemi í Vági sum sjálvdan fyrr

Seinastu trý árini hevur Vágs Býráð givið heili 49 byggiloyvi. Serliga hugaligt er, at ein næstan triðingurin eru byggiloyvi til vinnuvirki av ymsum slag, sigur formaðurin í teknisku nevnd

 

Framburður


Í Vági eru hjólini aftur farin at mala av álvara .

Eftir at Vágur var so hart rakt av kreppuni sum næstan onki annað pláss í landinum, fór gongdin at venda so spakiliga fyri nøkrum árum síðani.

Støðan var so vánalig í Vági, at onkur tvørafólk plagdu til stuttleika at spyrja, hvat ein rættur optimistur var:

? Jú, tað var ein sum seldi arbeiðsklæðir í Vági..........

Og rætt er, at tað stóð illa til, tí í kreppuni steðgaði næstan alt vinnulív, alt var steindeytt, fiskavirkini fóru á húsagang, tað hoyrdust ikki hamari smella og umsóknir um byggiloyvi vóru líka sjáldsamar sum lundi jólanátt.

Men hesi seinastu árini hevur framburðurin verið so stórur, at tað er næstan eitt undur og nú er aftur so nógv virksemið í Vági sum sjálvdan ella ongantíð fyrr.

Eitt gott barometur at lýsa, hvussu støðan er, hvussu byggivinnan er betri. Og eisini byggivirksemið í Vági vísir, at har hendir nakað.

Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, í Vági, sigur, at hesi seinastu árini hevur Býráðið avgreitt so nógv byggiloyvi til ymisk endamál sum sjálvdan, ella ongantíð fyrr.

?Øll tey fyrstu árini í kreppuni var alt steindeytt í Vági. Men so fór gongdin spakiliga at venda og seinastu árini hevur rættiliga nógv arbeiði verið í Vági.


49 byggiloyvi

Dánjal Bjarkhamar sigur, at seinastu trý árini hevur Vágs Býráð avgeritt ikki færri enn 49 byggiloyvi til ymisk endamál.

Byggiloyvini, sum Vágs Býráð hevur avgreitt hesi seinastu árini, eru hesi.

1999: Byggiloyvi til sethús, 5, byggiloyvi til vinnuvirki, 3 og onnur byggiloyvi ( umbyggingar, bilhús, úthús og annað, 4.

2000: Bygglioyvi til sethús, 6, byggiloyvi til vinnuvirki, 6 og onnur byggiloyvi, 6.

Og intil 1. oktober í 2001: Byggiloyvi til sethús, 5, byggiloyvi til vinnuvirki, 5 og onnur byggiloyvi, 9.

Tilsamans eru sostatt 16 byggiloyvi til sethús latin hesi seinastu trý árini, umframt 14 byggiloyvi til vinnuvirki og 19 onnur byggiloyvi.

Harumframt hevur tekniska nevnd eisini aðrar umsóknir um byggiloyvi, bæði til sethús og til vinnuvirki, hetta eru umsóknir, ið verða avgreiddar í næstum.

Dánjal Bjarkhamar er serliga fegin um, at næstan ein triðingur av teimum byggiloyvum, sum eru latin, eru til vinnuvirki av ymsum slagi. Ikki alt av hesum er bygt enn, men sumt er bygt, onnur bygging er um fara ígongd og uppaftur onnur bygging fer ígongd í næstum.

Hann sigur at fyri nógv tann størsta partin er talan um framleiðsluvirki av ymsum slagi, ikki minst um virki, sum framleiða til útflutings, eitt nú fiskavirki av ymsum slagi og lemmavirki hjá Injector Door.

Vert er eisini at leggja til merkis, at nýggja laksavirkið hjá Hera Hjelm, og har yvir 100 fólk skulu arbeiða, er ikki talt við, í uppgerðini yvir vinnuvirki, tí tað virki flutti inn í gamla Polarfrost.


Nógv er broytt

Dánjal Bjarkhamar vil ikki leggja seg út í kjaki um, antin tað er rætt at lækka uttanlandsfrádráttin

Men hann vísir á, at eisini í útjaðaranum í Føroym, i hvussu so er, summastaðni, er gongdin vend.

? Í Vági er so nógv at gera nú, og tað verður uppaftur meiri at gera, so hvørt, sum virkini, ið byggiloyvi er givið til, verða bygt- og farið verður til verka í teimum.

Hann vísir samstundis á, at í næstum skal eisini nýggjur miðnámsskúli byggjast í Vági og tað fer at kasta nógv arbeiði av sær til handverkarar.

? Alt í alt hendir nógv í Vági nú, og tað er rættiliga spennandi at sita í býráðnum nú, meiri spennandi enn tað hevur verið í nógv, nógv ár, sigur Dánjal Bjarkhamar.