Paul Pogba er í hesum døgum í heimlandinum Fraklandi, har hann er ein av stóru stjørnunum á franska liðnum, sum fyrireikar seg til hálvfinaluna í EM ímóti Týsklandi í kvøld. Til dagliga spælir Pogba við Juventus. Tað hevur hann gjørt síðani 2012, tá ið hann kom til italska stórfelagið fyri onki, tí at sáttmálin hjá Pogba við Manchester United var útgingin. Men nú røkist fyri, at Manchester United vil fara langt fyri at fáa krútsterka miðvallaran aftur til felagið.
Tað er italski journalisturin, Tancredi Palmeri, ið pástendur, at United fer at keypa Pogba fyri heili 100 milliónir pund. Er hetta satt, so verður franska stjørnan dýrasti fótbóltsleikarin nakrantíð. Ja, enntá dýrari enn Cristiano Ronaldo.
Eisini sigur italski journalisturin, at lønin hjá Pogna verður trýfaldað í mun til ta, sum hann fær hjá Juventus. Eftir øllum at døma er United til reiðar at bjóða Paul Pogba ein fimm ára sáttmála, har hann fær ikki so lítillátin 300.000. pund um vikuna.
Daily Mail skrivar eisini um somu sáttmálaupplýsingar, ið Tancredi Palmeri hevur kunngjørt.
Keypir Manchester United Paul Pogba, so verður hann fjórða innkeypið hjá United hetta summarið. Higartil hevur sigursvanda felagið úr Manchester keypt verjuleikaran Eric Bailly, miðvallaran Henrikh Mkhitaryan og ikki minst framherjan Zlatan Ibrahimovic.