So nógv vilja lesa løgfrøði í Føroyum eftir summarsteðgin

Setrið fekk 397 umsóknir um lestur í 2019

Á midnátt mánadagin fór freistin at søkja inn á ymsu bachelor- og masterskeiðini á Fróðskaparsetrinum til 2019.

Tilsamans komu 397 umsóknir inn, boðar Setrið frá í dag.

313 av umsóknunum eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, ið verða bjóðaðar út í 2019.

Talan er um 201 kvotu 1-umsóknir og 105 kvotu 2-umsóknir til bachelorútbúgvingarnar, umframt 7 umsóknir til nýggju bachelorútbúgvingina í maskinfrøði. Í fjør var talið av umsóknum 332 til bachelorútbúgvingarnar.

Tikið verður eisini inn til seks masterútbúgvingar og tvey hjánám. Til masterútbúgvingarnar komu 37 umsóknir inn og til hjánám komu 4 umsóknir inn.

Bachelorútbúgvingin í løgfrøði verður bjóðað út fyri fyrstu ferð í ár, og til hana komu heilar 49 umsóknir inn. Diplomútbúgvingin í listarligum arbeiði verður eisini bjóðað út á fyrsta sinni í ár, og til hana komu 25 umsóknir inn.

Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og allir umsøkjarar fáa svar mikudagin 10. juli 2019.

Yvirlit yvir býtið millum útbúgvingarnar sæst niðanfyri.

##med2##