So nógvar harur vórðu skotnar í fjør

Enn mangla nakrar skrásetingar

Nú endaspurturin er farin í gongd við innsavning av harutølunum, eru 5.878 harur skrásettar at vera skotnar á 809 túrum kring landið. Hetta er gott 700 harur, ella 14%, fleiri enn í 2018, tá samlaða talið var 5.136 harur, sum vórðu skotnar í 749 túrum í 281 høgum.

Tað eru átta ár síðani, at farið varð undir at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Hesi árini hevur veiðan verið millum 3.000 og 9.000 haru hvørt árið. Í miðal hevur veiðan verið 5.800 harur. 2019 var sostatt eitt miðal ár til haru.

Enn mangla fólk at skráseta

Úrslitið er higartil skrásett frá 302 høgum, men enn mangla tøl frá nøkrum høgum.

Úrslitini, sum higartil eru skrásett, eru víst á kortinum niðanfyri:

Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett. Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga.

##med3##

– Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum stendur fyri verkætlanini haran.fo, har tølini skulu skrásetast.