So nær og tó so ólík

Randi Frederiksberg, sum seinasta árið er vorðin »hálvur nólsoyingur«, skal seta Ovastevnu í ár, og ætlar í røðuni at taka støði í, hvussu fólk í Havn síggja Nólsoy - Inntil fyri einum ári síðani hevði eg bert verið í Nólsoy eina ferð. Tað var ein skúlaútferð, og tað, sum eg minnist best, er Holið. So tað var nátúrliga tað, sum eg spurdi fyrst eftir, tá eg fyri einum ári síðani fekk til uppgávu at samskipa og seta á stovn eina ferðavinnu í oynni, sigur Randi Frederiksberg, sum í ár skal seta Ovasetevnuna.

Og hon er verliga vorðin kend í Nólsoy, tí seinasta árið hevur hon ferðast út í oynna eina ferð um vikuna at hava fundir við áhugaðar nólsoyingar, sum eisini hava sæð ein møguleika í ferðavinnu í oynni, ið av landsstýrimun er útrópt at verða komandi »grøn« oyggj. Henda verkætlan gongur út upp á, at Nólsoy skal gerast sjálvforsýnandi innan orku við varandi orkukeldum.

Randi sigur, at hon, eins og onnur havnarfólk, hava sína ímynd av Nólsoy, ein ímynd, sum als ikki vísir seg at halda stikk, tá alt kemur til alt.

- Nólsoy liggur so tætt við Havnina, men kortini eru vit so ólík, hava heilt hvør sína mentan. Nólsoyingar eru so frammarliga á nógvum økjum innan mentan, bæði hvat tónleiki og leiklist viðvíkur, sigur Randi Frederiksberg, sum starvast sum vinnusamskipari hjá Tórshavnar Kommunu.

Og eitt, sum Randi hevur hoyrt nógv um, og sum hon ikki ætlar skal fara aftur við borðinum í ár, er kabarettin.

- Hana ætli eg mær so avgjørt til. Eg havi hoyrt so nógv um kabarettirnar og skilji á lagnum, at nólsoyingar hava so nógvar dugnaligar sjónleikarar, at hana skal eg síggja, sigur Randi Frederiksberg.

Eftir at hava samstarva við nólsoyingar er Randi eisini bergtikin av tí, ið oyggjabúgvarnir kunnu fáa av skafti upp á eina nátt. Hetta upplivdi hon í sambandi við klárgerðina av Kunningarstovuni.

Tað er undarligt at hugsa sær. Fyri einum ári kendi eg einki til Nólsoy. Í dag kenni eg hvønn krók. Og eg heilsi upp á allar nólsoyingar eg møti í Havnar gøtum. Og so veit eg eisini nú, at Holið er niðurdottið fyri nógvum árum síðani, sigur Randi Frederiksberg, ið gleðir seg ómetaliga nógv til Ovastevnuna, tó at tað av persónligum ávum er eitt sindur avmarkað, hvussu nógv hon kann verða við til í Nólsoy um vikuskiftið.