Gilli Sørensen er í løtuni í samráðingum við AaB um ein sáttmála, eftir at B36 hevur góðtikið eitt boð, sum skilst at liggja um 150.000 krónur. Tað er næstan tvífalt so nógv, sum AaB gav fyri føroyska landsliðsspælaran Hall Hansson.
Tað hevur leingi verið samband millum B36 og AaB um Gilla Sørensen. Samráðingar vóru heilt til seinasta dag áðrenn flytingarvindeygað lat í summar. Tá hevði AaB ikki pláss fyri Gilla í hópinum, men nú er støðan broytt og AaB er vent aftur til B36 við einum nýggju boðið. B36 vildi eisini gjarna halda fast í Gilla til kappingarenda, tí hann er ein týðandi spælari í stríðnum um at sleppa út í Evropa at spæla.
Sum skilst, so hevur B36 í einum mótálopið upp á eitt lágt boð frá AaB, kravt upp í 300.000 krónur fyri skjóta vongin. Síðani hava feløgini tosa aftur og fram, og vóru um reppið at koma til eina semju í summar.
Avtalan inniber umframt eina upphædd, eisini nakrar treytir. Tær innibera millum annað, at B36 fær fleiri pengar um Gilli vinnur sær fasta spælitíð í Superligafelagnum. Skuldi hann blivið seldur víðari, so fær B36 eisini ein part av tí.
Sámal Ímundarsson, fyrrverandi formaður í B36, vil ikki gera viðmerkingar til prísin, men váttar at B36 hevur sett nakrar treytir í avtaluna.
- Nú skal Gilli fyrst blíva samdur við AaB, men tað er rætt, at vit hava sett nakrar treytir við. Tær gera, at vit kunnu fáa ágóðan av um Gilli klárar seg væl, sigur Sámal Ímundarsson, sum í dag er nevndarlimur í B36.
AaB keypi á sumri 2012 Hall Hansson frá HB. Sum skilst, so kostaði Hallur AaB 80.000 krónur. Hallur hevði tó bara sáttmála árið út, meðan Gilli, sum also kostar næstan tað tvífalda, hevur sáttmála við B36 fyri alt komandi kappingarár.