So nógv kostar tað at geva teimum eina ordiliga løn

Tað kann loysa ein tann størsta trupulleikan í føroyska samfelagnum, siga tey

Heilsuhjálparafelagið hevur nú verið á fundi við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen og har hava tey tosað um trotið á arbeiðsmegi í eldrarøktini.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at á fundinum løgdu tey eitt uppskot fyri landsstýrismannin um, hvussu vit kunnu loysa ein tann størsta og mest átrokandi trupulleikan í føroyska samfelagnum, nevniliga stóra trotið á starvsfólki at ansa okkara eldru og veiku borgarar.

 

Hon sigur í eini fráboðan, at tað skerst ikki burtur, at hyggjast má eftir, hvussu langar vaktirnar eru og hvussu nógv starvsfólk eru til arbeiðis. Men fyrst og fremst verður neyðugt at hyggja at lønini. Í fjør var mánaðarlønin hjá heilsuhjálparum beint yvir 15.000 krónur í miðal og tað kann eingin liva av, sigur hon.

 

– Útrokningar vísa, at kostnaðurin fyri at lyfta allar limirnar í Heilsuhjálparfelagnum upp á eina løn, ið samsvarar við miðallønini í almenna geiranum, er einans 9,4 milliónir um árið, sigur Mary Antonsdóttir. Hon sigur, at tí heittu tey á Jørgen Niclasen um at finna hendan pening, fyri at venda gongdini, har fólk fara úr starvi.

 

– Heilsuhjálparar gera eitt týdningarmikið arbeiði, ið ger mun fyri okkara eldru og veiku. Tí kann eingin liva við, at trotið á heilsuhjálparar alsamt veksur, sigur Mary Antonsdóttir.

 

Seinni í vikuni fer Heilsuhjálparafelagið undir samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hesar samráðingar eru gylta høvið hjá pørtunum at loysa hesa avbjóðing, ið hóttir okkara eldru, okkara veiku og okkum sum samfelag.

 

– At Búskaparráðið, stovnsleiðslur og starvsfólk hava rópt varskó í langa tíð, hevur hvørki fingið land ella kommunur at gera neyðugu ábøturnar. Ístaðin er málið parkerað í einum arbeiðsbólki, ið skal gera eitt álit, alt meðan starvsfólk flýggja og starvsfólkatørvurin gerst meira átrokandi, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.