Tað eru strangar reglur fyri, hvussu nógv flogfeløg skulu gjalda, um tey ikki fáa ferðafólkini leiðina fram til tíðina.
Nú er hásummar, og nógv ferðast.
Fyrr í vikuni mátti Norwegian avlýsa nógvar fráferðir, tí tey høvdu ikki nóg mikið av flogskiparum, og tað førdi til nógvar seinkingar. Sum ferðafólk hevur tú nøkur rættindi til endugjald. Líka mikið um tað er strævið hjá flogfeløgunum ella um tey ikki sjálvi upplýsa kundarnar um tað.
Her sæst, hvat tú hevur rætt til:
* Um tú ert meira enn tríggjar tímar seinkaður í mun til komutíðina:
– 1860 krónur tá tú flýgur undir 1500 kilometrar.
– 2975 krónur tá tú flýgur yvir 1500 kilometrar innan fyri ES.
– 2975 krónur tá tú flýgur millum 1500 og 3500 kilometrar uttan fyri ES.
– 4462 krónur tá tú flýgur yvir 3500 kilometrar.
* Er flogfarið skeinað meira skal flogfelagið bjóða tær pengarnar aftur ella ein ókeypis ferð aftur har, tú komst frá.
* Gisting og kost
– Flogfelagið skal dekka útreiðslur sum hotelgistin, mat, drekka, um:
Seinkanin er meira enn tveir tíma, tá tú flýgur undir 1500 kilometrar
Seinkanin er meira enn tríggjar tímar, tá tú flýgur yvir 1500 kilometrar innan fyri ES.
Seinkanin er meira enn fýra tímar, tá tú flýgur yvir 3500 kilometrar og uttan fyri ES.
* Um flogafarið er avlýst
– 1860 krónur tá tú flýgur undir 1500 kilometrar.
– 2975 krónur tá tú flýgur yvir 1500 kilometrar innan fyri ES.
– 2975 krónur tá tú flýgur millum 1500 og 3500 kilometrar uttan fyri ES.
– 4462 krónur tá tú flýgur yvir 3500 kilometrar.
* Flogfelagið skal ikki gjalda endurgjald, um seinkanin ella avlýsingin er vegna heilt serligar umstøður. Tað kundi verið kríggj, náttúruvanlukku ella óvæntað verkfall.
Keldur: Tænk, ES-Tingið
/ritzau/