So nógv tjena oljufeløgini í Føroyum

Tað er einaferð staðfest, at oljufeløgini í Føroyum taka størri vinning enn oljufeløg í Danmark og í Svøríki

Landsstýrið fer ikki at seta nakra kanning í verk fyri at vita um oljufeløgini í Føroyum selja olju og bensin ov dýrt. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum. Nú prísurin á olju er so nógv hækkaður, hevur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin um hann hevur kannað um oljan er ov dýr tí at oljufeløgini smyrja ov tjúkt upp á.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað avgerandi, at oljufeløgini ikki misnýta støðuna, men tað er Kappingareftirlitið, sum hevur eftirlit við, at prísirnir ikki eru órímiliga høgir fyritøkur ikki misnýta, at tær eru ráðandi á marknaðinum.

 

Í 2016 gjørdi Kappingareftirlitið eina frágreiðing har tað varð staðfest, at oljufeløgini høvdu eitt avkast, sum var størri enn tað var hjá sama slag feløgum í Danmark og Svøríki. Niðurstøðan var eisini, at bruttovinningurin varð hækkaður, eftir at feløgini høvdu skift eigara.

 

– Tað er ikki ósannlíkt, at støðan á hesum øki er umleið tann  sama enn, sum hon var tá ið oljufrágreiðingin varð gjørd, sigur Magnus Rasmussen. Hann sigur, at rokniskapirnir hjá feløgunum vísa eisini, at Magn og Effo tjena fitt av pengum upp á at selja olju og Bensin í Føroyum.

 

Hetta sæst í talvuni niðan fyri - men hetta merkir kortini ikki automatiskt, at tey selja olju og bensin ov dýrt, leggur hann afturat. 

 

##med2##

 

Kappingareftlitið helt eisini, at tað var neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at herða kappingina, og eitt tiltak var at fáa fleiri oljufeløg í Føroyum fyri at fáa kapping. Í hesum sambandi vórðu tveir møguleikar nevndir. Annar møguleikin var at stovna eitt serstakt felag, sum skal standa fyri at keypa olju til Føroya. Hin møguleikin er at áleggja verandi oljufeløgum at at samstarva við nýggj oljufeløg, sum bjóða seg fram.

 

Undir øllum umstøðum vísir Kappingareftirlitið á, at tað er neyðugt at økja um kappingina við at fáa fleiri oljufeløg at selja olju í Føroyum - Men tey skulu ikki verða noydd til at gera íløgur í útgerð og útbúnað til sjálvi at keypa olju á altjóða marknaðinum.

 

Hinvegin ásannar Magnus Rasmussen eisini, at nú alsamt fleiri leggja um til grøna orki, fer sølan av olju og bensini at minka og í 2030 skal at kalla øll orkuveiting á landi vera grøn.

 

– Tí er ikki so trúligt, at fleiri oljufeløg verða í Føroyum. Men til vit eru komin á mál við grøna orkuskiftinum, eigur Kappingareftirlitið at hava eitt vakið eyga við at oljufeløgini ikki misnýta sína støðu sína, tá ið prísurin á olju og bensini hækkar, heldur landsstýrismaðurin.