Tað hevur ongantíð verið so kalt í juni mánaði, sum í ár, og sólin hevur ongantíð skinið so lítið í juni mánaði, sum í ár.
Hetta eru tveir setningar, sum javnan eru at hoyra – og sum fáa mangan føroyingin at leita burtur, ella í minsta lagi, at droyma seg burtur í heitari lond.
Men hyggur tú eftir hagtølunum, sæst, at hetta passar ikki heilt. Men tað passar næstan, tí í nógvar mátar er juni mánaður í ár ein av teimum heilt vánaligu hesi seinastu nógvu árini.
Hagtøli frá Danmarks Meteorolgiske Institut vísa, at í juni í ár hevur miðal hitin verið 8,3 stig.
Og tað er ímillum tað lægsta. Men tað er annars ikki longri síðani enn í 2012, at tað var kaldari í juni í miðal, tí tá var miðalhitin 7,8 stig.
Men kanska eru vit bara forvand, tí í fjør var juni mánaði rættiliga góður, tí tá var miðalhitin 10,3 stig, og tað er tað mesta hesi seinastu 16 árini.
Annars vísir ein uppgerð fyri árini 1961 til 1990, at miðal í juni var 9,1 stig.
Tað heitasta, sum er mált í juni, var í 1984, tá ið tað vóru 21,6 stig á flogvøllinum í Vágum, og tað kaldasta, sum er mált í juni, var í Hoyvík í 1975, tá ið tað ein dag í juni frysti 1,3 stig.
Hægsti miðalhiti í juni hevur verið 10,8 stig, tað var í 1970 og í 1992 og tað var á Sandi. Kaldasti juni í miðal var í 7,3 stig, tað var bæði í 1993 og í 2000, ávikavist í Akrabergi og á Kirkju.
Annars hevur tað heldur ikki verið nógv at sæð til sólina í juni í ár. Higartil í juni í ár, hevur sólin skinið í 84 tímar og so er nakað upp til miðaltalið á sóltímun í juni, sum eru 125 tímar.
Flest sóltímar í juni, fingu vit í 1995 og í 2009, tá ið sólin skein í 266 tímar og fægst sóltímar í juni fingu vit í 1993, tá ið sólin bara skein í 56 tímar.
Og fægst vóru 56 sóltímar, tað var í 1993
Hvat regni viðvíkur, hevur tað eisini verið heldur váttligari enn vanligt. Higartil í jui hevur tað regnað í átta dagar, og tilsamans eru komnir 102 millimetrar niður.
Men í 2011 regnaði tað í 12 dagar, men tá regnaði ikki so illa, sum nú, tí tá komu 104 millimetrar niður.
Í 2004 regnaði tað í 14 dagar, men heldur ikki tá regnaði so illa, tí tá komu 103 millimetrar niður. Í 2007 regnaði bara í tveir dagar, og tá komu bara fimm millimetrar niður.
Ein regndagur her, tá ið tað regnar meiri enn ein millimetur.
Í talvuni niðanfyri eru annars nøkur tøl um veðrið í juni mánaða hesi seinastu árini
Ár | Heitast | Kaldast | Miðal | Sóltímar |
2000 | 11,8 | 1,6 | 7,8 | 157 |
2001 | 14,2 | 1,8 | 8,0 | 140 |
2002 | 16,4 | 6,5 | 10,2 | 113 |
2003 | 14,4 | 7,5 | 10,2 | 69 |
2004 | 14,4 | 3,8 | 9,1 | 90 |
2005 | 14,5 | 0,8 | 9,2 | 130 |
2006 | 18,5 | 3,6 | 9,7 | 152 |
2007 | 13,2 | 2,2 | 8,7 | 153 |
2008 | 15,1 | 2,8 | 9,1 | 121 |
2009 | 17,3 | 2,3 | 9,6 | 226 |
2010 | 15,7 | 3,5 | 9,3 | 105 |
2011 | 16,9 | 5,0 | 9,1 | 127 |
2012 | 16,1 | 1,3 | 7,8 | 158 |
2013 | 19,4 | 5,1 | 10,1 | 128 |
2014 | 17,1 | 6,6 | 10,3 | 92 |
2015 | 12,9 | 2,1 | 8,3 | 84 |