Tað var ein borgarstjóraordri í fjør summar, ið skuldi fremjast í skundi, uttanum formann og alla tekniskunevnd, ið er orsøkin til skilloysið við Húsareynstunnilinum. Tað hevur als ikki verið til politiska viðgerð í býráðnum.
Eri takksamur fyri at tað eru fólk sum tú, ið tora at standa fram Hildur, tað fer vónandi at hjálpa.
Sum formaður í tekniskunevnd í Tórshavnar Kommunu síðan 1. januar 2025, fekk eg heiðurin at skera snórin til tunnilin í góðveðrinum síðsta summar. Ein sonn sólskinssøga.
Lesið eisini: Fullkomiliga ørt at renna og súkkla í Húsareynsatunlinum
Beint undan tunnilin lat alment upp, verði eg uppringdur av føroyskum netmiðili, har viðkomandi vildi hava mínar viðmerkingar til, at arbeiðsfólk, ið løgdu seinastu hond á útiøkini við tunnilin, nú tóku vegskeltini niður, um at ikki var loyvt at súkkla, renna ella ganga í tunnilinum.
Hetta er fyrstu ferð, at eg fái kennskap til hetta.
Lesið eisini: Ábyrgdarleyst at súkkla og renna í tunlinum
Tá ið man avgjørdi, hvat tað var fyri tunnil, ið skuldi gerast, frávaldi man tey viðurskiftir, ið skula til í slíkum umstøðum. Tvs. at tunnilin líkur ikki viðkomandi krøv, ið skula til súkklur og fólk til gongu. Skuldi hetta verði tikið við, hevði hann kostað einar 200 milliónir meira og óvist um tunnilin so nakrantíð var komin.
Eg fái síðan upplýst úr umsitingini, at harraboð vóru komin frá borgarstjóranum um at skeltini skuldu takast niður. Hetta var gjørt uttan eitt einasta orð við meg sum formann og uttanum alla tekniskunevnd. Uttan politiska viðgerð í býráðnum.
Seinastu mánaðirnar hevur borgarstjórin verið alment úti, hartað aðrar býráðspolitikkarar um at mál muga inn at fáa virðuligar viðgerðir í viðkomandi nevndum, áðrenn endalig avgerð kann fella.
Hildur nevnur í samrøðuni, hvat hendan ábyrgdarleysa broytingin kundi havt við sær hendan dagin hon koyrdi har uppi. Og vit hoyra meira og meira til líknandi støður.
Øll faklig tilmæli eru júst øvðugt hesi broyting, ið borgarstjórin gav harraboð um í fjør summar.
Her tekur man hvørki mannagongdir ella faklig tilmæli til eftirtektar.
Hetta málið er so grundleggjandi, at vit tosa um trygd. Trygdin hjá okkara borgarum, øllum sum ferðast umvegis Húsareynstunnilin.
Hetta er óskiljandi og ábyrgdarleyst.
Bergur Robert Dam Jensen
Býráðslimur











