So sig honum takk

Í miðhæddini á gamla turkihúsinum í Leirvík letur í dag upp nýtt bátasavn. Á savninum eru fimm gamlir útróðrarbátar úr Leirvík umframt annað, sum hevur við sjógvin, serliga útróður í Leirvík, at gera

 

Veiðimentan

Leirvík: Klokkan 16 seinnapartin letur nýtt bátasavn upp í Leirvík. Tað er Osmund Justinussen, sum stendur aftanfyri savnið, sum heldur til í miðhæddini á gamla turkihúsinum. Tá savnið letur upp, verður frágreiðing um føroyskar bátar, eins og gentukór úr Leirvík fer at syngja

Spakuliga dregur tað um steinin. Tarin bleiktrar í súðinum, og smáseiðirnir smoyggja sær eitt sindur útfrá, tá maðurin kemur framvið. Hann hevur leyp á baki og er á veg inn í bátin, sum ein annar maður stendur og heldur. Klárir at fara til útróðrar. Tað eru aðrir bátar flotaðir, og ein motorbátur liggur fyri teym fyri landi.

Tað lýsir norðuri í Djúpunum, meðan teir gera klárt. Stilt er og lítið rák á Leirvíksfirði. Tað er summar og gott útróðrarvegur.

Soleiðis lýsir stóri málningurin hjá Sámali Toftenæs leirvíkingar á veg til útróðrar ein summarmorgun fyrst í tjúgundu øld. Ein stórur málningur á vegginum í sera hugnaligu hølunum, har nýggja bátasavnið í Leirvík er innrættað.

Ivaleyst er onkur, sum enn minnist Leirvík soleiðis vorðna, hóast meginparturin av dagsins leirvíkingum einki vita um tað. Í dag eru tað trolarar, og størri útróðrarbátar, stórir virkisbygningar, truckar og nógvur maskinlarmur, sum eyðkenna tað livandi havnarlagið í Leirvík. Fjøran er burtur, og betong er komið ístaðin.

Og hóast onkur heldur, at tað kanska er ikki so gott alt, sum komið er, so verður helst at ásanna, at eisini synirnir hjá Ketli høvdu rætt í sínum. Hin gamli kundi síni ting og kendi sína ábyrgd, men tíðin var farin frá honum, og tað mátti hann so at enda bara liva við.


Eiga søguna enn

Enn hava vit eitt sindur eftir av søgu okkara, sum vit avgjørt eiga at varðveita, sigur Osmund Justinussen, sum við hesum nýggja, prýðiliga savninum í Turkihúsinum í Leirvík hevur varðveitt ein týðandi part av føroyskari fiskivinnusøgu. Gamlar bátar, sum annars høvdu verið koyrdir burtur. Reiðskap av ymsum slagi so sum línu, kíkar, skrín og tað, sum brúkt varð. Tó saknar tú eitt vanligt snøri kortini.

Men tað man fara at koma, tí sum Osmund Justinussen sigur, so er ymiskt á veg enn.

Osmund Justinussen sigur,at broytingin, sum Føroyum var fyri í sekstiárunum, í grundini var ræðulig. Tá varð bara fyrilitaleyst blakað burtur alt, sum nýggja tíðin ikki helt seg hava brúk fyri.

Og tað var ikki bara gott, at so var, sigur hann. Tað fór rættiliga nógv av søgu okkara fyri einki. Og tað er óbótaligur skaði, at so hevur verið.

Tó er okkurt, sum bjargað er. Millum annað hesir fimm bátarnir, sum standa á savninum í Leirvík. Fýra teirra eru smíðaðir í Leirvík, meðan ein er úr Oyndarfirði, greiðir Osmund frá.

Skilti stendur í, sum sigur eitt sindur frá søguni hjá tí einstaka bátinum.

Osmund Justinussen greiðir frá einum fýramannafari, sum her er. Ein syrgilig søga um tveir brøður, sum í felag smíðaðu sær bát. Teir høvdu júst fingið hann, tá teir skuldu til skips. Skipið kom eftir teimum, og ein triðji beiggi førdi teir umborð.

Tað gjørdist einasti túrur teirra við nýggja bátinum. Teir komu ikki aftur.


Savnið

Bátasavnið í Turkihúsinum er í grundini partur av størri savni. Í ovastu hæddini er listasavn við málningum og fotomyndum, sum eisini nhoyra Leirvíkini til.

Hetta savnið lat upp í fjør, og hevur nú fingið samband við bátasavnið við trappum millum báðar hæddirnar.

Savnið er opið, og fólk kunnu koma inn á gólvið. Enn eru upplatingartíðirnar ikki heilt fastlagdar, men kunningarstovur og tílík støð vita um savnið.

Væntandi verður tað so, sigur Osmund Justinussen, at savnið verður opið seinnapartar, og at fólk verður á staðnum at greiða vitjandi frá tí, sum er at síggja.

Lutirnir, sum eru á savninum eru teir flestu úr Leirvík, hóast okkurt er, sum komið er aðrastaðni frá.

Teir fýra bátarnir, sum smíðaðir eru í Leirvík, eru allir slíkir, sum kendi bátasmiðurin í bygdini, Óli Bóndi, hevur veri uppií, greiðir Osmund Justinussen frá.

Hesin Óli Bóndi smíðaði eina rúgvu av bátum, og fleiri teirra endaðu í Íslandi.

Tað var soleiðis, at tá menn fóru til Íslands at rógva út, høvdu teir bátarnar við. Men verri enn so allir komu aftur. Teir vórðu seldir har yviri.

Tó er onkur av bátunum á nýggja savninum slíkur, sum hevur verið í Íslandi og róð út, men er afturkomin.

Tað er av reinari idealismu, at hann er farin undir hetta savnið, sigur Osmund Justinussen, Hann leggur ikki í at siga, hvat tað kostar. Men sum skilst, er tað ikki heilt bíligt. Og alt, sum inni er, er privatogn.

Hølini eru sera hugnalig og hegnisliga úr hondum greidd. Tað er Josleiv Joensen úr Leirvík, sum smíðað hevur.