So sigraði Atli

? Hetta hava vit bíðað leingi eftir, sigur Atli Danielsen. Klaksvíkingurin spældi sum vant allan dystin á sentrala miðvøllinum hjá FC Roskilde, tó uttan at hann varð beinleiðis partur av nøkrum av teimum trimum málunum.

 

Tað var annars Fredericia, sum kom best frá byrjan. Tíðliga í dystinum løgdu teir seg á odda, men FC Roskilde svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Nakað eftir steðgin gjørdu teir í Fredericia tað sera trupult fyri seg sjálvar, tá teir framdu brotsspark og fingu mann útvístan í somu løtu. FC Roskilde takkaðu fyri, skoraðu og løgdu seg á odda.

 

Hóast undirmannaðir hevði heimaliðið eitt gott trýst á liðið hjá Atla Danielsen. Og verjuparturin, sum ikki hevur verið tann besti í ár, bukkaði eisini undir fyri trýstinum og lat Fredericia javna.

- Ja, vit lata ov nógv mál inn og tað er nakað, vit mugu fara at arbeiða við, staðfestir Atli Danielsen.

- Men tíbetur vísir tað seg, at vit eisini duga at raka málið, leggur Atli Danielsen aftrat, tí beint fyri leiklok eydnaðist tað FC Roskilde at skora til 2-3, við dundurskoti frá Tobias Perch-Nielsen, ið eisini gjørdi fyrsta málið hjá FC Roskilde.

 

Við sigrinum hálar FC Roskilde seg úr botninum og upp um niðurflytingarmarkið. Teir hava nú fimm stig, eins og Viborg, sum liggur beint omanfyri og Brønshøj, sum liggur beint niðanfyri. Merkisvert er, at HB Køge, sum flutti niður úr Superliguni í fjør, einans er trý stig frammanfyri FC Roskilde.