Upptakt
Tað er eingin løtt uppgáva, sum nýggi TB-venjarin fær, nú hann fyri fyrstu ferð skal standa við stýrisvølin.
Seinastu tíggju árini hevur TB seks ferðir vitjað í Gøtu. Seks ferðir hevur heimaliðið vunnið, og sum tað sæst aðra staðni í blaðnum, so hevur talan verið um hampuliga sannførandi sigrar.
Skert álop
Tað verður frá flestu síðum eisini roknað við, at GÍ sunnudagin skal vinna ein hampuliga tryggan sigur á TB, men teir hava í ár havt ein stóran trupulleika. Spælið fram eftir vøllinum hevur ikki koyrt nóg væl, og tískil hava málmøguleikarnir verið fáir í tali.
At tað so eisini er líkt til, at álopið verður skert sunnudagin, ger kanska ikki støðuna betri. Súni Fríði Johannesen hevur havt nakað av krími, og hevur ikki vant seinna partin av vikuni, og Krzystof Popczynzki hevur trupulleikar við knænum, so møguliga skulu tveir nýggir framherjar finnast.
Í verjupartinum verður Bartal Eliasen nú við aftur eftir leikban, so tað er í øllum førum lagt upp til onkra broyting her, men tað er framvegis fyrst og fremst álopspartin, sum liðið skal royna at betra.
Finna trúnna aftur
At GÍ hevur trupulleikar í álopinum, er helst nakað, sum hóskar TB óføra væl. Liðið hevur í tveimum dystum latið 15 mál farið ígjøgnum, og tað er fyrst og fremst hetta, sum nýggi venjarin skal royna at betra.
Okkum kunnugt er talan ikki um trupulleikar av skaðum, men Tórður Mortensen er burtur úr verjupartinum eftir reytt kort seinast, og tað ger so ikki uppgávuna hjá liðnum lættari.
Tað man tó fyrst og fremst vera við hugburðinum, at nýggi venjarin skal arbeiða. Eftir tvey somikið greið tap á rað er skjótt, at leikarar seta spurnartekin við egnar dygdir, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum skulu beinast burtur, tí um leikararnir longu hava givið skarvin yvir, áðrenn teir fara á vøllin, so er ikki tað stóra at spæla um.