So skjótt forvinnur Tevez tína løn

Carlos Tevez forvinnur eina ørandi upphædd í Kina

Argentinski fótbóltsspælarin, Carlos Tevez, skrivaði í dag undir sáttmála við kinesiska felagið, Shanghai Shenhua, sum hann skiftir til frá Boca Juniors.

 

Nýggi sáttmálin ger hann til heimsins best betalda fótbóltsspælara, og tað er ikki hissini upphædd, sum argentinski framherjin forvinnur í Kina.

 

Vikulønin hjá Carlos Tevez er 615.000 pund, sum svarar til 5,4 milliónir krónur. Tað svarar altso til at Carlos Tevez forvinnur 9 krónur hvørt einasta sekund í árinum, 520 krónur hvønn einasta minutt í árinum og 31.000 krónur hvønn einasta tíma í árinum. Dagslønin hjá Carlos Tevez svarar tí til góðar 745.000 krónur.

 

Hevur tú tí eina ársløn uppá góðar 383.500 krónur, skal argentinski framherjin bert brúka 12 tímar til at forvinna tína ársløn.

 

Her er eitt videobrot sum vísir á hvussu heimsins best betaldi fótbóltsspælari forvinnur sína løn.