Bert tríggjar dagar eftir, at ein íshøll í Noregi - Halden Ishall - fekk grønt ljós til at lata dyrnar upp aftur, hevur virksemið í høllini longu havt við sær stóra smittuspjaðing. Kommunuyvirlæknin í norska býnum, Halden, Kjersti Gjøsund, sigur við tv2.no, at í løtuni eru 57 covid-19 smittað knýtt til virksemið í høllini.
- Smittustøðan er ógvuliga krevjandi, og vit vænta fleiri tilburðir teir næstu dagarnar.
Bethina Engebretsen, sum hevur ábyrgdina av smittuverju í íshockeyfelagnum, Comet Bredde, heldur tað vera ógvuliga keðiligt, at so mong eru vorðin smittað í høllini.
Hon vísir á, at hin 20. januar varð givið grønt ljós fyri, at øll upp til 20 ár aftur kundu byrja at venja í høllini, men tíverri hevur smittan eftir øllum at døma tikið seg upp bert tríggjar dagar eftir upplating.
Bethina Engebretsen fekk at vita um fyrsta smittutilburðin í høllini næst seinasta týsdag, og tá hon seinni sá, hvussu skjótt onnur, sum høvdu vant í høllini, eisini vórðu staðfest smittað, helt hon, at talan mundi vera um nýggja frábrigdi av covid-19.
Sjálv sigur hon, at leikararnir í hennara felag hava fylt øllum ásetingum um eitt nú frástøðu og munnbind.
Í tv2.no verður víst á, at síðan íshøllin læt upp aftur hin 20. januar og fram til, at neyðugt varð at steingja hurðarnar aftur orsakað av smittuútbrotinum hin 26. januar, hava tilsamans 400 fólk verið í høllini.
Í morgun upplýsti Halden kommuna, at tey hava havt 23 nýggjar smittutilburðir í kommununi, og av hesum hevði ein nýggja frábrigdi av covid-19. Hesin persónurin hevði verið til eitt íshockey-tiltak í íshøllini hin 23. januar.
Sagt verður eisini, at 20 av teimum nýggju tilburðunum, sum eru staðfestir í kommununi, hava sín uppruna í høllini.
Kommunuyvirlæknin, Kjersti Gjøsund, sigur seg vænta, at øll, sum eru smittað í íshøllini og øll, sum aftur eru vorðin smittað av hesum fólkum, kunnu hava enska frábrigdi av koronu.
Hon leggur aftrat, at í løtuni er ikki greitt, hvussu mong eru farin í sóttahald orsakað av útbrotinum í íshøllini, men hon væntar, at greiða fæst á hesum í dag.
- Vit hava fingið nógvar fráboðanir frá skúlaflokkum, barnagørðum og arbeiðsplássum, so tey eru mong, sum hava tilknýti til smittuspjaðingina í íshøllini. Øll, sum vóru í høllini seinasta vikuskiftið, høllin var opin, eru koyrd í sóttarhald, sigur kommunuyvirlæknin.