So skulu tey við bústaðarlánum bara rinda meir

Løgtingskvinna spyr um tað er rímiligt

Løgtingið hevur akkurát viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á sínum egnu pengum úr bankanum og úr sjálvtøkum. Tjóðveldi vísir á, at bankar taka ómaksgjald fyri at avgreiða viðskiftafólk, samstundis sum at teir lata deildir aftur alla staðni, umframt at sjálvtøkur eisini verða tiknar niður allastaðni.

 

Samgongan og Framsókn, feldu uppskotið, so tað varð av ongum. Men undir orðaskiftinum helt Johan Dahl, tingmaður fyri. Sambandsflokkinum, at ein skitin óvani var farin at taka seg upp hjá almennum stovnum, og almennum partafeløgum, og tað er at leggja ómaksgjald á líkt og ólíkt.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ein skitin óvani

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn heldur, at vilja vit banna ómaksgjøldum, kunnu vit byrja við at nokta Taks og øðrum almennum stovnum at krevja ómaksgjald, men tað eru politikarar ikki nervaðir av, heldur hon.

 

Hon vísir á, at fyri 35-40 árum síðani var rentan av sethúsalánum langt yvir 10 prosent. Men tá vóru upp ímóti 10 bankadeildir í Sandoy og tað sama í Vágum, og í Havn mundu tað vera einar 15 bankadeildir, sum allar høvdu leingi opið um dagarnar. Tær flestu deildirnar eru nú niðurlagdar, partvís tí at tær vóru dýrar og partvís tí at tað ikki var so nógv brúk fyri teimum longur.

 

Nú er rentan ómetaliga lág og ístaðin fyri fáa bankarnir inntøkur av ómaksgjøldum. Ruth Vang staðfestir, at skulu vit nokta bankunum at taka ómaksgjøld frá fólki, sum taka pengar úr bankanum,  verður tað bara onkur annar, sum má gjalda meiri.

 

– So verða tað bara sethúsaeigarar við bankalánum, sum skulu rinda enn meiri, aftur fyri at tey, sum taka pening úr bankanum, skulu sleppa undan at rinda ómaksgjald, sigur Ruth Vang. Og hon spyr um tað er rímiligt. Tí mælir politikarum staðiliga til at hugsa seg serstakliga væl um, áðrenn teir leggja seg út í slík viðurskifti.

 

Men vilja politikarar nokta bankunum at taka ómaksgjøld, mugu teir eisini nokta Taks, og øðrum almennum stovnum, at taka ómaksgjøld. Hinvegin tekur hon ikki undir við bankunum í øllum, teir gera. Eitt nú hevur hon ógvuliga ilt við at skilja, at BankNordik hevur rindað partaeigarunum 700 milliónir í vinningsbýti. Tað ætli eg mær ikki at verja, sigur Ruth Vang.

 

Tað undrar hana eisini, at bankarnir hava so lítið opið – men hon leggur afturat, at tað stendur eisini øllum frítt fyri at skifta banka, eru tey ónøgd við tænastuna í bankanum, tey hava.