Her er eitt sindur um tað og um landsins politisku skipan:
* Forsetin
Franski forsetin er ríkisovasti, eins og danska og bretska drotningin ella svenski og norski kongurin, og harafturat er hevur hann eisini evsta vald í herinum.
Síðani 2017 hevur tað verið Emmanuel Macron úr sosialliberala flokkinum La République En Marche!
Forsetin ásetir politikkin saman við landsins stjórn, sum á fronskum verður nevnd Conseil des ministres.
Forsetin verður valdur fyri fimm á í senn og kann sita í starvinum tvey skeið. Almenni embætisbústaðurin er Elysée-palé'ið, sum er í høvuðsstaðnum París.
* Forsætisráðharrin
Tað er franski forsetin sum velur forsætisráðharran, ið hevur sum uppgávu at skipa stjórn.
Í praksis er tað tó nakað, sum forsetin ger saman við forsætisráðharranum– um ikki teir eru úr hvør sínum politiskum veingi.
Forsetin skal harumframt góðkenna ráðharrarnar.
* Conseil des ministres
Franska stjórnin, eisini nevnd Conseil des ministres, eru undir leiðslu forsætisráðharrans. Tað er Jean Castex úr La République En Marche, sum síðani 2020 hevur havt tað starvið.
Ráðharrarnir hava vald til at áseta politikkin. Samstundis eru tað teir, sum kunnu seta fram lógaruppskot í tinginum.
* Tjóðartingið
Tey bæði kømrini í Tjóðartinginum og Senatinum eru til samans franska tingið.
Tingfólkini frá báðum kømrum skulu atkvøða fyri lógaruppskotum frá stjórnini, fyri at tey kunnu setast í gildi.
Tjóðartingið er tað, sum hevur størri týdning. Limirnir, sum eisini verða nevndi députés, verða valdir fimta hvørt ár í tveimum valumførum, stutt eftir forsetavalið er liðugt.
Í ár verður valið 12. og 19. juni. Tað eru í løtuni 577 députés. Á valinum í 2017 vann flokkurin hjá Macron meiriluta.
Limirnir í Senatinum verða valdir av grand électerus, sum eru borgarstjórar og aðrir lokalpolitikarar.
Senatorarnir verða valdir fyri seks ár í senn, men tað er val triðja hvørt ár. Tá verða valdir ein triðingur av teimum tilsamans 348 tinglimunum.
* Flokkarnir
Sosialistaflokkurin (PS) og konservativi flokkurin Republikanararnir (LR) hava í 50 ár verið ráðandi í fronskum politikki.
Báðir flokkarnir høvdu tó vánalig valúrslit á seinasta forsetavali í 2017.
Í ár bendir nógv á, at valið verður millum forsetan Emmanuel Macron og Marine Le Pen frá innflytarakritiska flokkinum Nationalistaflokkinum (RN).
Keldurr: The Telegraph, The Guardian og Ritzau.
/ritzau/