Onkur vil vera við, at tað er ein undarlig støða at koma í, tá stjórin í Eik Banka virkar sum samráðingarleiðari fyri Føroya Banka, men hesum er Marner Jacobsen ikki samdur í.
- Hetta er ikki ein støða, sum vit hava ynskt. Tað hevur verið vanligt, at yrkisfeløgini hjá starvsfólkum innan føroyska fíggjarheimin hava samráðst saman. Tað hava tey ikki ynskt hesaferð, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Eik og samráðingarleiðari fyri Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt AFF.
Sum eisini verður greitt frá í tíðindaskrivi, hevur AFF fyri mánaða síðani gjørt sáttmála við Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt YFF, og hesin sáttmáli er á sama støðí sum tann, ið Fíggjarmálaráðið gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár. Hesin sáttmálin millum AFF og YFF umfatar 70% av starvsfólkunum á føroyska fíggjarøkinum.
Hini 30% eru limir í Finansforbundet, og umfata starvsfólk hjá Føroya Banka og Trygd.
Spurdur, um tann veruleiki, at starvsfólkini í bankanum hjá Marner Jacobsen longu hava fingið ein sáttmála, sum er lægri enn tann, ið starvsfólkini hjá størsta kappingarneytanum krevja, hevur nakra ávirkan, er svarið nei.
- Tað er støðið, sum lagt er, bæði í sáttmálanum millum FMR og Starvsmannafelagið og millum AFF og YFF, sum er avgerandi, slær Marner Jacobsen fast.
Eingin ógvusligur vøkstur
Stjórin í Eik Banka kann heldur ikki góðtaka argumentini fyri, at Finansforbundet krevur so nógv meiri í lønarvøkstri enn YFF.
- Tað kann væl vera, at vøksturin í føroyska fíggjarheiminum okkurt árið hevur ligið um 9%, men tað er einki, sum bendir á, at vit fara at síggja líknandi vøkstur komandi fýra árini, og tí ber ikki til at nýta hetta sum grundarlag fyri lønarkrøvunum, sigur Marner Jacobsen.
So tað stutta av tí langa er, at samráðingarleiðarin fyri AFF ikki fer at góðtaka ein sáttmála, sum víkur munandi frá teimum, ið framman undan eru mettir at leggja støðið.
Spurdur, um hann væntar ein drúgvan arbeiðssteðg, sigur Marner Jacobsen, at tað vónar hann ikki.
- Alt er so nýtt enn, so vit mugu fyrst steðga á og stinga fingurin í jørðina. Eg dugi ikki í løtuni at siga nakað um, hvør eigur at taka næsta stigið. Men eg vóni, at glið kemur á skjótt, so vit sleppa undan einum longdi arbeiðssteðgi, sigur Marner Jacobsen, samráðingarleiðari fyri AFF og stjóri í Eik.