So svaraði Skála aftur

1. DEILD: Við trivaligum heimasigri ímóti B71 vístu skálamenn í kvøld, at teir framvegis eru fremsta boðið upp á at flyta upp

Pætur Dam Jacobsen var fyri aðru ferð í ár millum málskjúttarnar hjá skálamonnum. Hann er tann einasti á toppliðnum, sum hevur verið á vøllinum allar 19 landskappingardystirnar á tamb

Tað hevur av álvara skinklað hjá Sorin Anghel og hansara monnum síðani summarsteðgin. Tá ið skálamenn í kvøld fóru á vøllin undir Mýruhjalla, høvdu teir tap í øllum fýra dystunum síðani summarsteðgin í viðførinum.

 

Skálamenn vóru frá fyrsta bríksli heilt avgjørdir og sannførandi, og tá ið hálvur tími var farin, var tað mest sum avgjørt, at í kvøld fór Skála at vinna øll stigini, tí tá hevði B71 málverjin Jóhan Herálvur Hentze longu verið tríggjar ferðir í málmeskunum eftir bóltinum.

 

Andreas Egeberg Jacobsen setti hol á, tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti, sum so mangan fyrr í ár, Poul Kallsberg, og tveir minuttir seinni var 2-0. Tað var Dávid Johansen, sum skoraði fyri sættu ferð í ár. Ein hálvur tími var farin, tá ið liðformaður Pætur Dam Jacobsen økti um munin til 3-0.

 

Hóast B71 vann fleiri hornaspørk enn heimaliðið, so siga hini tølini, at heimaliðið var omaná. Og tá ið tað restaði eitt korter, var Andreas Egeberg Jacobsen tvímálskjútti. Hann hevur nú skorað fimm mál í landskappingini í ár.

 

Sigurin ber við sær, at Skála hevur 40 stig fyri 19 dystir. Næst toppliðnum er Víkingur við 32 stigum fyri 19 dystir.

 

B71 er á fjórða plássi við 29 stigum fyri 19 dystir.

 

Leygardagin fer B71 at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og Skála fær sunnudagin vitjan av B36.

 

Pætur Dam Jacobsen var fyri aðru ferð í ár millum málskjúttarnar hjá skálamonnum. Hann er tann einasti á toppliðnum, sum hevur verið á vøllinum allar 19 landskappingardystirnar á tamb