Brúgvarsteinarnir
Teinurin mikudagin var longu áðrenn túrin spáddur at vera sera avbjóðandi. Brúgvarsteinar eru torførir at súkkla á til vanligt, men tá tú súkklar saman við 100 øðrum gerst tað vandamikið. Tað hjálpti als ikki, at tað oysti niður í Fraklandi mikudagin, so vegirnir og brúgvarsteinarnir vóru sera vátir.
Og tað gekk sum tað mátti. Longu áðrenn súkklararnir komu til fyrsta strekkið við brúgvarsteinum, vóru fleiri dotnir. Vincenzo Nibali, ið súkklaði í gulu troyggjuni, kláraði tó at halda sær uppi. Hóast hann sjálvdan hevur súkklað á brúgvarsteini, kláraði hann seg ómetaliga væl, og kom á mál sum nummar trý, tveir minuttir frammanfyri argastu kappingarneytarnar um gulu troyggjuna. Danski Jakob Fuglsang bleiv nummar tvey, meðan hollendski Lars Boon vann teinin.
Froome brotið báðar hendurnar
Chris Froome, sum vann Tour de France í fjør, var nummar tvey í fyrraárið og sum vera man, ein av favorittunum í ár, takkaði mikudagin fyri seg.
Týsdagin datt hann av súkkluni í einum óhappi, men valdi at halda áfram. Mikudagin, í oysandi regni og hálum vegum, datt hann tvær ferðir afturat, áðrenn hann gavst. Røntgenmyndirnar vístu seinni, at hann hevði alla orsøk at gevast – hann hevur nevniliga brotið báðar hendurnar.
Tískil er greitt, at vit fáa ein nýggjan vinnara av Tour de France í ár. Vincenzo Nibali, Alejandro Valverde og Alberto Contador eru favorittarnir nú.
Aftur massaspurtur.
Hósdagin var aftur ein dagur fyri spurtararnar. Marcel Kittel, ið vann tríggjar av teimum fyrstu fýra teinunum megnaði ikki at endurtaka bragdið hósdagin. Í staðin var tað André Greipel, ið fór avstað við sigrinum, meðan norski Alexander Kristoff mátti taka til takkar við enn einum øðrum plássi, akkurát sum týsdagin. Vegirnir vóru vátir, og førdi tað aftur til, at fleiri súkklarar koppaðu, men eingin av stóru kanónunum vóru beinleiðis ávirkaðir av hesum.
Sagan millimetrar frá sigrinum
Peter Sagan var endaður nummar 2, 4, 2, 4, 4 og 5 á teimum fyrstu seks teinunum, men fríggjadagin ætlaði hann sær at vinna.
Teinurin fríggjadagin var ein av teimum fløtu, men við tveimum mótbrekkustrekkjum. Hetta ger sítt til, at teir spesialiseraðu sprintararnir, sum til dømis Marcel Kittel, neyvan klára at vera frammi í oddinum, tá komið verður á mál.
Tó so, mótbrekkurnar eru ikki brattari enn so, at tað aftur fríggjadagin bleiv ein massaspurtur. Peter Sagan og Greg van Avermaet royndu at bróta frá hinum, tá fimm kilometrar vóru eftir, men megnaðu ikki at halda undan. Endin var, at málfoto mátti til, fyri at kanna hvørt tað var Peter Sagan ella Matteo Trentin, ið hevði vunnið teinin. Niðurstøðan var, at Trentin vann, minni enn ein sentimetur framman fyri Peter Sagan, sum mátti taka til takkar við sínum triðja 2. plássi.
Nú koma fyrstu fjøllini
Komandi tríggjar dagarnar skulu súkklararnir súkkla upp um 16 fjøll. Ein og hvør súkklari, ið ætlar sær at verða fyrstur til París, má klára at fylgja við niðan hesi fjølllini. Nú er tað, at munurin millum teir bestu og restina fer at vísast.
Dagsins teinur er 161 kilometrar til longdar, og tann fyrsti við nøkrum veruligum klatringum. Súkklararnir skulu upp um trý fjøll, ið øll eru seinastu 30 kilometrarnir innan mál. Col de la Croix des Moinats er ein teinur á 7,6 km við 6% bratta. Col de la Grosse Pierre er ein teinur á 3 km við 7,5% bratta og so liggur málstrikan ovast á Gérardmer La Mauselaine, sum er ein teinur á 1,8 km við heili 10,8% bratta, harav eitt styttri strekki hevur ein bratta á heili 13%. Seinastu 30 kilometrarnar súkkla teir altso antin í brattari mótbrekku ella í undanbrekku.
Tað verður væntað, at súkklarar sum Contador og Valverde fara at gera ein roynd at minka um munin upp til Nibali í gulu troyggjuni.
Dagsins teinur byrjar kl 12.40 og súkklararnir væntast á mál um kl 16.25. Millum annað TV2 vísir Tour de France.
Vincenzo Nibali liggur enn á odda, tvey sekund framman fyri danska Jakob Fuglsang, og 44 sekund frammanfyri Peter Sagan.
Alejandro Valverde liggur á 9. plássi, 2 minuttir og 11 sekund aftanfyri Nibali og Contador er nummar 16, 2 minuttir og 37 sekund aftanfyri.
Av hinum avbjóðarunum kunnu vit nevna Jurgen Van Den Broeck (nr. 5, 1m45s), Andrew Talansky (nr. 8, 2m05s aftanfyri), heimsmeistaran Rui Costa (nr. 11, 2m11s) og Bauke Mollema (nr. 14, 2m27s),