So tapti EB/Streymur

Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð í 10 dystir mátti EB/Streymur av vøllinum sum tapari, tá ið teir leygardagin máttu lúta 0-1 fyri Víkingi heima við Margáir. Teir halda tó fast um oddasessin.

Tað vóru frálík fótbóltslíkindi við Margáir leygarkvøldið, har eitt nærmast ótakandi oddalið fekk Víking á vitjan. EB/Streymur var tó nakað skert og vóru teir uttan Egil á Bø og Pætur Dam Jacobsen, men tað var Víkingur hinvegin eisini. Teir vóru uttan Hanus Jacobsen og Lasse Qvist.

Tórgarð vísti stórspæl
Tað var Víkingur, sum frá byrjan tóktist at hava sett sær eina beina kós mótvegis EB/Streyma-málinum. Samanspælið riggaði væl og tað gav úrslit longu eftir fimm minuttum, tá ið Bárður J. Hansen sendi eitt gott innlegg úr høgru síðu innfyri málið, har Hjartvard Hansen var hægstur og stútaði bóltinum mótvegis málinum. René Tórgarð hálvbjargaði skotinum, men bólturin smeig sær inn um málstrikuna og so var 1-0 til Víking.
Víkingur gavst ikki við at leggja trýst á verjuna hjá heimaliðnum, sum sá nakað kroyst út uttan verjukempuna, Egil á Bø.
Málskjúttin, Hjartvard Hansen, var eyðsýndur í fyrra hálvleiki, og teir tíggju minuttirnar eftir málið var hann um reppið at gerast tvífaldur málskjútti. Fyrst stútaði hann bóltin omanfyri málið, og løtu seinni smekkaði hann til, men René Tórgarð var fyri.
René Tórgarð hevði úr at gera og vísti stórspæl. Liðfelagar hansara spældu hinvegin ikki eins væl, og góða smáspælið, sum vit kenna so væl frá EB/Streymi, var ikki til at fáa eyga á. Hetta merkti somuleiðis, at tað var sera soltið við málmøguleikum hjá teimum.
Tríggjar minuttir fyri hálvleik var Fritleif í Lambanum um reppið at økja um leiðsluna, men stongin var fyri og syrgdi fyri, at hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking.

EB/S betur við
Í seinna hálvleiki riggaði smáspælið hjá EB/Streymi nakað betur, men teir høvdu framvegis ilt við at skala eina væl spælandi verju hjá Víkingi, sum dugdi væl at nápa bóltin frá EB/Streymi.
Eitt korter inn í seinna hálvleik var tað tætt við, at ein eyðsýndur Kaj Leo í Bartalsstovu økti um leiðsluna hjá Víkingi. Hann setti ein leikara av á miðum vølli og langaði eitt langskot úr 20 metrum á tvørtræið. Hesa løtuna mundu teir úr Víkingi iðra seg um, at bæði stongin og tvørtræið forðaðu fyri, at teir ikki høvdu økt.
EB/Streymur royndi at leggja trýst á Víking, og hóast tað gekk striltið, so vóru teir um reppið at javna í fleiri atløgum í somu støðu. Tað var eftir eitt hornasparksinnlegg, at bólturin gjørdist leysur í feltinum og EB/Streymur fekk fleiri skotroyndir, men teir úr Víkingi vardu væl fyri tætt undir málinum og tað endaði við, at Geza Turi fekk bóltin í føvningin.
Tíggju minuttir fyri leiklok hevði Arnbjørn Hansen eina skotroynd, men bólturin endaði omanfyri málið.
Í einum ferðmiklum og undirhaldandi dysti var tað ein sannroynd, at EB/Streymur ikki fekk framleitt eins nógvar møguleikar, sum teir vanliga gera og í løtuni útnevnir teir til vandamesta liðið í deildini, meðan Víkingur eyðsæð hevði lisið væl upp á heimaarbeiðið og spældi ein taktiskt góðan dyst. Lønin var ein uppiborin 1-0-sigur, sum merkir, at teir nú bara eru tvey stig frá EB/Streymi, sum fyri fyrstu ferð í 10 dystir í Effodeildini mátti lúta.