Team Klaksvík - StÍF 30-27 (18-14)
Eftir tap í trimum teimum fyrstu dystunum eydnaðist tað Team Klaksvík at vinna fyrstu tvey stigini, tá ið liðið á heimavølli vann á StÍF.
Team Klaksvík hevði eisini hug at vera á odda í málríka fyrsta fyrsta hálvleikinum í endaði við 18-14 til klaksvíkingar.
Í seinna hálvleiki minkaðu strandingar so við og við um munin so at tað stóð á jøvnum tá ið einir seks minuttir vóru eftir at leika. Men Team Klaksvík avgjørdi dystin seinastu løtuna, so at endin gjørdist ein kærkomin 30-27 sigur.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík:
Sámal á Tjaldrafløtti 8, Christoffer Madsen 7, Vilhelm Vilhelmsen 4, Jens Pauli Mohr 3, Finnur Hansson 3, Einar Dam 2, Beinir Johanessen 1, Petur Martin Eliassen 1, Hørður Sigtórsson 1
Málskjúttar hjá StÍF:
Pætur Ó. Barclay 7, Martin Danielsen 5, Pætur Johansen 4, Ivan Mrdalo 3, Djóni J. Petersen 3, Jóannes A. Prestá 3, Hendrikur Hansen 2
KÍF - Kyndil 21-21 (11-12)
Dysturin í Kollafirði var javnur frá fyrsta bríksli. Bæði liðini høvdu sera trupult at skjóta mál, og hetta sást aftur seinastu løtuna.
Tá ið tíggju minuttir restaðu í av dystinum var støðan 20-20, men liðini bæði megnaðu bara at skjóta eitt mál í part so at dysturin endaði 21-21.
In.fo hevur tíverri ikki málskjúttarnar í skrivandi løtu.