Orð og myndir: Dávur Winther

So var jólaskipið aftur á Klaksvík

Í føgrum, men køldum veðri, kom jólaskipið undan Klakkinum um sekstíðina í kvøld við gangi, skrúð, neyðblusum og rakettum.

Orð og myndir: Dávur Winther

Tað var av tí allar mesta av fólki - sjálvdan hava verið so mong, tá ið jólamenninir komu í land úti í Klaksvíki kvøld.

 

Nógvur tónleikur og jólamenninir í góðum lag. Men tað gekk eitt sindur striltið at fáa jólamenninar í land, tí mátti stóri stigabilurin hjá Sløkkiliðnum til at fáa teir í land – og til seinast kom so yvirjólamaðurin í land og lyftur við kranabili beint inn á tann stóra pallin.

 

Síðani var nógvur tónleikur, ið jólamenninir stóðu fyri og høvdu teir nógvar heilsanir at bera børnunum, sum teir vóru so góðir við.


Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini avdúkaði ”Ársins Rósu”, sum í ár gjørdist Norðoya Bjarbingarfelag. Birna Jacobsen, forkvinna tók í móti stórfingnari gávu og samanplanting.

 

Hesum tiltakinum við jólaskipinum stendur Føroya Sjómannadagur fyri saman við hópin av stuðlum, og varð tí eisini Karl Birgir Isaksen, sum ein av stóru ímyndunum handan Føroya Sjómannadag mintur eina løtu, áðrenn tiltakið byrjaði.

 

Sum sagt vóru sera nógv fólk við til tiltakið. Men jólapakkarnir vóru mangir og góðir, so øll børnini mundu nokk fáa ein góðan lesk.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##

 

Tá ið jólaskipið hevur verið, er vanliga rættiliga stutt til jóla!

 

Orð og myndir: Dávur Winther