So varð kvirt

Klokkan seks í morgun tagnaðu kanónirnar í Libanon. Kríggið hevur kostað næstan 1.300 mannalív.

Hóast Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevði sagt, at Ísrael fór at gevast við sínum álopum í Libanon á midnátt í gjárkvøldið okkara tíð, bumbaðu ísraelsk flogfør fleiri mál í høvuðsstaðnum Beirut og býnum Balbek har eysturi í Libanon í nátt. Eisini søktu ísraelsk flogfør at bygdini Bitral, og sambært libansku myndugleikunum kostaðu álopini har sjey mannalív, og 33 vórðu særd.

Sambært blaðnum Haaretz helt ísraelski herurin eisini fram við sínum álopum á støðir hjá Hizbollah til í morgun, og Hizbollah svaraði aftur við at senda rakettir inn í Ísrael. Minst seks rakettir raktu havnarbýin Haifa, og sambært tíðindastovunum kravdi rakettálopið eitt mannalív, og 91 fólk vórðu særd.

Men klokkan tveir minuttir yvir seks í morgun okkara tíð tagnaðu skotini. So varð kvirt aftur í Libanon.

Vápnahvíldin fekst í lag, tá Ísrael, Libanon og Hizbollah góðtóku eina samtykt hjá ST-trygdarráðnum. Eftir henni skuldu bardagarnir steðga klokkan seks í morgun okkara tíð, og nú skal ST manna eina friðarvarðveitandi herdeild, sum skal hava støð í Suðurlibanon. 15.000 hermenn vera í deildini.

Ísrael hevur boðað frá, at tað fer at taka teir flestu hermenninar úr Libanon, men at nakrir verða verandi har, til altjóða herliðið kemur. Ísraelska stjórnin hevur eisini boðað frá, at ísraelski herflotin verður ligjandi úti fyri libansku strondini, og at flogvápnið fer at hava eftirlit við libanska markinum. Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at Hizbollah skal fáa meiri útgerð, skrivar Haaretz.

Libansku myndugleikarnir siga, at kríggið hevur kostað umleið 1.100 libanum lívið. Umleið 150 ísraelsmenn hava latið lív.


Eftir Nasrallah

Ísraelsmenn royndu eftir øllum at døma at gera av við leiðaran í Hizbollah, Hassan Nasrallah, seinnapartin í gjár. Sambært libansku løgregluni søktu tíggju ísraelsk flogfør at nøkrum bygningum í býarpørtunum Haret Hreik og Roueiss í syðra parti av Beirut. Til fyri stuttum hevði Hizbollah høvuðsstøð í Haret Hreik, men hon bleiv fullkomiliga løgd í oyði í einum ísraelskum loftálopi herfyri. Ein talsmaður hjá Hizbollah segði aftan á álopið í gjár, at fýra bygningar vóru rapaðir í ísraelska loftálopinum, men at Hassan Nasrallah var ikki har.

-Heldur eingin av hinum leiðarum okkara var har, segði talsmaðurin.