So varð linjan løgd av Óla Jacobsen

     

Út til høgru við teimum, ið ikki vóru føroysk.
Einans føroyskt er nóg gott, tað skal varðveitast fyri ein hvønn prís, kosta hvat tað vil: Eitt kann eg siga tær, tað kann blíva dýrt fyri føroyingar og Føroyar.
Føroysk arbeiðsmegi hevur verið væl móttikin í øðrum londum, eisini uttan fyri tey norðurlendsku londini, gjøgnum nógv ár. Kann meir enn so henda at tú har legði ein snávingarstein og ikki hissinistein.
Tá harðast leikaði á undir kreppuni seinast, arbeiddu út við 600 føroyskir handverkarar uttanlands. Teir vóru ikki einans í norðurlondum, men eisini í Týsklandi, Polen o.s.fr. Túsundtals føroyingar sigla við skipum heimahoyrandi í øðrum londum. Havi ikki frætt, at teir skuldu verið settir í starv, sum treytar, at teir skulu gyppast fyrst, tá ið á stendur. So frætt av virðing hevur man so víst teimum.
Her er øðrvísi. Her er ikki nokk at vera ein arbeiðari, tað »nationala« skal eisini vera í lagi. Tá tynnast skal út, er ikki nokk at tú hevur røkt tínar skyldur mótvegis samfelagnum: Rinda tín skatt, røkt tínar skyldur í fakfelagnum, borið teg teg væl at millum tínar starvsfelagar o.o. Tú hevur eitt álvarsamt brek, og har bøtist ikki, tú ert ikki føroyingur. Har er einki at gera, tú ert seldur til stonglakress, og sum tú kanska veit, ert tú eins og lakress júst í hesum døgum, vøra, sum var vigað og funnin ov løtt. Annar tykkara var áløgd skatt, tú vart útgyppað, so gongur tað jú upp ella?
Eitt nemt offur stakkalin, men higani er linjan løgd, her er eingin ið talar tína søk fremmandi. Her er eingin slingur í valsinum. Einans føroyskt er nóg gott.