So verður Heystfagnaður

Í døgunum, 13.-17. oktober, verður aftur skipað fyri hugnaligum Heystfagnaði á Eiði.

 

Mynd: Sigmar M. Mørkøre

 

 

Tað krevur bæði tíð og orku at skipa fyri einum so stórum og fjølbroyttum tiltaki, sum Heystfagnaðurin er, men bygdafólkið stendur væl saman um tiltakið, og her verður rætt ein hjálpandi hond, har á stendur.   

 

Heystfagnaðurin hevur fest røtur, og á Eiði smæðast tey ikki við at siga, at hetta er eitt bygdasligt tiltak, sum tekur støði í føroyskari seyðamentan - fjallgongu, fletting og seyðapráti. 

 

Hetta eru dagar á Eiði, har snúningsásin er seyðurin og alt, sum hevur við seyð at gera. Umframt at stórt fokus er á seyðin, er sjálvandi eisini fokus á tað, sum fæst burtur úr seyði og slakti.

 

Tá Heystfagnaðurin nærkast, er vanligt, at gomlu bátarnir verða drignir oman úr nøkrum av neystunum, soleiðis at her kunnu vera konsertir, sølubúðir, framsýningar, verkstøð og ymiskt annað.

 

##med2##

 

Tað skapar ein serligan stemning og hugna á Eiði, tá ljósini úr neystunum skína oman móti bryggjuni, meðan fólk í góðum hýri fagna heystinum og øllum tí, sum heystið ber við sær. 

 

Í fjør heyst gjørdi koronu-støðan í Føroyum, at Heystfagnaðurin ikki varð hildin eins og undanfarin ár, men tá varð tiltakið í staðin víst í SvF.

 

Tiltakið savnar nógv fólk í bygdini og borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, heldur, at tað, at tiltakið í fjør varð sjónvarpað, setti eitt serligt fokus á fagnaðin.

Tað verður borgarstjórin, sum fer at bjóða vælkomin og fer at seta Heystfagnaðin á Eiði.

 

- Síðan eg kom norður higar, havi eg ikki fingist nógv við seyð, men heima í Sandavági plagi eg at fletta. Pápi mín hevur fingist við seyð, og hann var eisini røktingarmaður í fleiri ár. Nú hevur beiggi mín átikið sær ta uppgávuna.   

 

Rógvi Egilstoft heldur, at Heystfagnaðurin er eitt fantastiskt tiltak á Eiði, og hann heldur tað hava stóran týdning at seta fokus á tað siðsøguliga við øllum tíð, sum hoyrir heystinum og slaktinum til.

 

Bæði Rógvi Egilstoft og undanmaður hansara í borgarstjórasessinum, Jógvan í Skorini, eru við í fyrireikingunum til heysttiltakið á Eiði. 

 

- Meginparturin av arbeiðnum í samband við Heystfagnaðin er sjálvboðið, og kommunan stuðlar eisini tiltakinum, sigur borgarstjórin, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Eiðis at fagna heystinum.

 

Mynd: Sigmar M. Mørkøre

Mynd: Sigmar M. Mørkøre