So ymisk og tó á Zarepta

Aftur í ár verður familjulega fyri brekað vesturi á Zarepta. Legan er ætlað øllum teimum, sum bera brek, og familjum teirra. Legan byrjar hóskvøldið 17. apríl og endar sunnudagin 20. apríl. Yvirskriftin fyri leguna er: “so ymisk og tó...” Millum tiltøkini á leguni verða fleiri fyrilestrar um, hvussu tað er at liva við breki ella at vera avvarandi at fólki við breki. Harumframt verður tónleikur, fimleikur, ríðing , svimjing, andakt, sangur, spæl og ítriv.