Í kvøld fer Team Klaksvík fyri fyrstu ferð yvirhøvur at luttaka í europeiskari kapping í manshondbólti.
Team Klaksvík er í hesum døgum í Tuzla í Bosnia-Hersegovina, har báðir dystirnir ímóti RK Sloboda verða spældir. Tann fyrri verður í kvøld klokkan 18.30, og tann seinni verður sunnudagin klokkan 14.
16 spælarar eru í ferðalagnum. Venjarar hjá Team Klaksvík eru Finn Hansson, sum er høvuðsvenjari, og Jón Jacobsen, ið er hjálparvenjari.
Ferðalagið fór úr Klaksvík mikudagin, og teir ferðaðust umvegis París og til kroatiska høvuðsstaðin Zagreb og síðani í bussi til Bosnia-Hersegovina.
Team Klaksvík vann í fjør bronsukrónurnar í heimligu landskappingini og kvalifiseraði seg harvið at vera við í europeiskari kapping. Í fyrraárið vann Team Klaksvík eisini bronsukrónurnar, men tá valdi felagið ikki at bjóða seg fram í Europa.
Í SKPC Mejdan høllini, har RK Sloboda spælir sínar heimadystir, er pláss fyri 4900 áskoðarum.
Úr Team Klaksvík ferðalagnum í Bosnia-Hersegovina verður sagt, at tað verður vónað, at tað fer at eydnast at leggja leinkju á facebokk síðuna hjá felagnum undan dystarbyrjan í kvøld.