Søgan endurtekur seg

6-mannafør menn: Páll Fangi var aftur í dag klárt fremstur

Tað heftir ikki fyri hjá 6-mannafarinum úr Klaksvík. Í fjør var unga manningin á Páll Fanga næstfremst í FM kappingini. Tá kiksaði róðrarárið ikki so lítið orsakað av, at koronan legði helmingin av manningini flata á vestanstevnu.

 

Í ár er báturin mannaður við umleið somu manning, og higartil í ár hevur tað gingið sum eftir ánni. Páll Fangi hevði fulla úrtøku við sær á jóansøku, og Páll Fangi vann tryggan sigur í dag. Tað var beinanvegin, at fjarstøðan frá favorittunum og aftur til avbjóðararnar var ein hálv bátslongd, og tað eydnaðist ongantíð hinum bátunum av álvara at bjóða av.

 

Og tað broyttist einki fram ímóti málinum. Páll Fangi var eina hálva bátslongd undan Hósvíkingi, sum aftur í dag var tann, ið hekk best í. Hósvíkingur vann kappingina um næstfremsta plássið við Skúgv úr Sandavági, sum var skutin aftanfyri teir úr Hósvík.

 

-

 

1Páll Fangi (KRF)04:53.23
2Hósvíkingur (HVR)04:55.01
3Skúgvur (SÍF)04:56.11
4Froðbingur (FSR)05:00.34
5Rádni (ÍF)05:03.04
6Tindur (Tindur)05:06.33
7Kollfirðingur (KÍF)05:07.26
8Sjódrekin (Skála)05:07.30
9Víkingur (HR)05:10.14
10Sjóherji (Tindur)ET

 

stavnur.fo