Granntræið er vorðið fastur jólagestur í stovum um allan heimin. Ymiskt er, hvussu tíðliga tað verður tikið inn, nær tað verður pyntað, og hvussu skjótt tað verður hirt út gjøgnum hurðina aftur. Tó hava nærum allar familjur eitt jólatræ í stovuni.
Men hvaðan er hesin siðurin komin? Í røðu síni á Vaglinum tá jólatræi í Havn varð tendrað fyrr í ár, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at søgan vil vera við, at Martin Luther er upprunin handan siðin, at hann var tann fyrsti, ið tók eitt træ innar í stovuna og pyntaði tað til jólar.
Tað var í veruleikanum ikki Martin Luther, ið er upprunin til jólatræið, sum vit kenna tað í dag, men siðurin stavar upprunaliga frá Týsklandi fyrst í 16. øld, tað vil siga um tað mundi, Martin Luther livdi, og var í stóran mun ein protestantiskur siður. Fyrsta skriftliga keldan um træið sum jólapynt er frá Strasbourg í 1605 og fyrsta keldan, ið nevnir livandi ljós á trænum er úr Leipzig í 1632. Vanligt var at pynta salir og hallir við trøum. Síðani vóru køkur og frukt hongd á træið og trettanda dag eftir jól sluppu børnini at heysta træið.
Fyrr var jólatræið fyrst og fremst pyntað við pappíri og hálmi, onkur nýtti keks og smákøkur. Í dag hava flestu familjur sína egnu siðvenju, ið sum oftast er ein samanblanding av nýggjum og gomlum. Áður plagdi stjørnan ovast í trænum at vera úr silvurpappíri ela líknandi, men í hesum døgum er hon oftat úr plasti og er gjarna elektrisk.
Fyrsta jólatræið í Danmark stóð í 1808 pyntað á Holsteinborg í suður-Sjællandi.
Jólatræið hevur ein kláran kristnan boðskap.
Træið sjálvt, er Lívsins Træ, sum stóð í Eden. Atgongdin til Lívsins Træ var stongd, tá Adam syndaði, men gjøgnum Jesu deyða á krossinum, ber nú aftur til at koma til Lívsins Træ. Træið er tí ímyndin av endurføðingini og tí æviga lívinum.
Stjørnan minnir okkum á stjørnuna, ið stóð yvir Betlehem fyri 2000 árum síðani.
Gávurnar minna okkum á gávurnar, sum vísmenninir bóru Jesubarninum.
Ljósini skulu minna okkum á, at Jesus er ljós heimsins.
Litríku og skjaru kúlurnar skulu ímynda jørðina.
Einglarnir verja og vælsigna okkum.
Keturnar ímynda samanhald og eru ein áminning um at familjur eru knýttar saman av kærleika.
Jólatræið skal vera eitt ævigtgrønt træ, og ímyndar tað æviga lívið.