Søkja av nýggjum eftir presti á Tvøroyri

Kirkjuráðini Suðuroyar Norðrara pestagjaldi hava gjørt av at lýsa embætið við sæti á Tvøroyri leyst av nýggjum.

 

Tað skrivar biskupur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Herfyri var søkt eftir tveimum sóknarprestum til Suðuroyar norðara prestagjald, í Hvalba og á Tvøroyri.

Í fólkakirkjuni eru tað staðbundnu kirkjuráðini, ið innstilla umsøkjara til setanir av sóknarprestum. Biskupur fylgir vanliga ynsktu innstillingini.

Hanus Pál Jógvansson varð settur í embætið Hvalba, har hann frammanundan var virkandi sóknarprestur.

Til starvið á Tvøroyri komu fimm umsóknir.

 

Tann 10. mai innstillaðu kirkjuráðini ein umsøkjara, ið eftir umhugsunartíð valdi ikki at taka við embætinum.

Síðani hava kirkjuráðini valt at lýsa embætið við sæti á Tvøroyri leyst av nýggjum.

Væntandi verður aftur lýst eftir sóknarpresti um Ólavsøkuna.