Søkja eftir stjóra til nýggja Fólkaheilsustýrið

Heilsumálaráðið søkir nú eftir einum stjóra at standa á odda fyri Fólkaheilsustýrinum, sum verður sett á stovn á nýggjárinum. Talan er um eitt serstakt og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja.

 

Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fólkaheilsustýrinum. Í fyrstuni verður uppgávan at skipa og byggja nýggja stovnin upp, harundir at samansjóða teir stovnar, sum verða lagdir undir Fólkaheilsustýrið, seta neyðugt starvsfólk aftrat stjóranum og leggja ætlan fyri arbeiðið hjá Fólkaheilsustýrinum.

 

Umsóknarfreistin er hósdagin hin 1. september 2022.

 

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.

 

Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

 

Hetta skrivar Heilsumálaráðið á hmr.fo,og har sæst eisini neyvari lesnaður um starvið.