Søkja nú eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna

Strandferðslan skal umskipast so at hon fær tryggar karmar og nýggj skip

Landsstýrið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna. Stjórin seinastu árini, Hilmar Eliasen, fór frá fyrr í ár og tískil var greitt, at Strandferðslan skuldi hava nýggjan stjóra. Men tá varð sagt, at ætlanin var at umskipa Strandferðsluna og tey fóru at bíða við at søkja eftir nýggjum stjóra til tað var avgreitt. Sostatt var Jóhan Petur Abrahamsen settur at røkja starvið fyribils.

 

Enn er Strandferðslan ikki umskipað, men nú verður so søkt eftir nýggjum stjóra. Men Landsstýrið, sigur, at endamálið er at umskipa Strandferðsluna soleiðis, at stovnurin fær tryggar og støðugar karmar, og at ferjuflotin verður endurnýggjaður. Tey bæði fyrstu árini skal stjórin sostatt stjórna Strandferðsluni og samstundis skal hann fremja neyðugar broytingar eftir politiska viljanum.

 

Á Strandferðsluni eru eini 190 fulltíðarstørv og høvuðsætið er á Tvøroyri.  Strandferðslan rekur níggju sjóvegis farleiðir og hevur níggju ferjur til endamálið. Ruturnar hjá Bygdaleiðum eru 24 í tali og tær eru útveittar til privatar veitarar. Einir 40 bussar, íroknað eykabussar, eru til endamálið. Næsta ár verður Sandoyarleiðin niðurløgd, tá ið Sandoyartunnilin verður tikin alment í nýtslu og tá skal ein nýggj ruta sigla úr í Hest.

 

 Strandferðslan flytur umleið 1,2 milliónir fólk um árið, 700.000 við ferjunum og 500.000 við Bygdaleiðum. Somuleiðis flyta skipini hjá Strandferðsluni eini 170.000 akfør um árið. Strandfaraskip Landsins veitir tænastur fyri umleið 270 milliónir um árið, men hon hevur eisini ávísar inntøkur frá virkseminum.

 

Krøvini til nýggja stjóran er, at hann skal vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um stjórin hevur serligan áhuga og innlit í samferðsluøkið. Tað er eisini ein fyrimunur, um stjórin hevur royndir frá leiðslu í størri fyritøku ella almennum stovni.

 

– Stjórin skal vera ein týðiligur leiðari, ið kann tryggja, at starvsfólkini trívast, og at stovnurin verður mentur til fulnar á øllum økjum. Tað er umráðandi, at stjórin dugir væl at raðfesta og at sýna fíggjarligt skynsemi, sigur Fíggjarmálaráðið í lýsingini.

 

– Stjórin skal hava gott politiskt tev og góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við borgarar, myndugleikar, vinnu og yrkisbólkar. Stjórin skal veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving. Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleika er fyri at leingja setanina í trý ár. Umsóknarfreistin er 9. september og starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

 

Lýsingin er at síggja undir bólkinum, sum eitur »Størv« her á in.fo