Søkti um politiskt friðskjól í Føroyum

Ein ungur loyniferðamaður, bað um politiskt friðskjól í Føroyum

Ein ungur ferðamaður, sum royndi at lumpa seg til Føroyar við Norrønu mikudagin, situr nú í varðhaldinum hjá løgregluni.

 

Tað var Tá ið Norrøna var á veg úr Hirtshals til Føroya týsdagin, at  onkur av manningi varnaðist ein mann, sum tey hildu, at tey áttu at kanna nærri.

 

Tað vísti seg at vera ein loyniferðamaður, sum hevði sníkt seg umborð á Norrønu í Hirtsals.

 

Maðurin varð tikin umborð, og manningin boðaði síðani løgregluni í Føroyum frá.

 

Tá ið Norrøna so legði at landi í seinnapartin mikudagin, varð maðurin tikin.

 

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at talan er um ein ungan mann úr Marokko, men hann hevði einki innferðarloyvi og tí varð hann settur í varðhald.

 

Leiðarin á Kriminaldeildini sigur, at tá ið løgreglan hevði tikið hann, bað hann um politiskt friðskjól her í Føroyum.

 

Men tað hevur ikki eydnast løgregluni at fáa greiði á, hví hann vildi hava friðskjól.

 

Men slík mál eru donsk málsøki og eftir avtalu við Undlændingestyrelsen í Danmark, verður maðurin sendur aftur til Danmarkar, so skjótt høvið býðst.

 

Har verður hann settur í Sundholmlejren ímeðan viðurskiftini hjá honum verða kannað nærri.

 

Í hesum sambandi verður eisini kannað um hann hevur søkt um friðskjól aðrastaðni.

 

Bergleif Brimvík sigur, at nógv bendir á, at sami maður royndi eisini at sleppa umborð á Norrønu í Hirtshals fyri tveimum vikum síðani, men tá varð hann avdúkaður og steðgaður.

 

Men, hesuferð eydnaðist tað at sleppa umborð - men so heldur ikki longri enn tað og nú verður hann sendur avstað aftur, so skjótt umstøður eru til tað.