Sølan av elbilum í ár er 6,4 prosent

158 elbilar eru seldur higartil í ár. Og av tilsamans 2.455 akførum, so eru elbilarnir nú 6,4 prosent av øllum seldum akførum í ár.

Av samlaðu søluni av akførum telja persónbilarnir sum altíð mest í hagtølunum. Higartil í ár eru seldir 1715 nýggir persónbilar, sum er ein vøkstur upp á 136 bilar ella 8,6 prosent. Sølan av persónbilum í oktober í ár er minkað við 15 bilum. Í oktober í fjør vórðu seldir 155 bilar í mun til 140 í ár.

 

Av seldu akførunum í ár eru 6,4 prosent elbilar.