Sølutorg á Ljósfest

Ljósfest verður í Vági 12. august, og umframt at hoyra tónleik, so ber nú eisini til vera við á einum sølutorgi.

 

Hevur tú eitthvørt heimavirkað, sum tú kundi hugsað tær at selt? Tað kann verða okkurt bundið, seymað, bakað, syltutoy ella okkurt heilt annað. So hevur tú møguleikan at fáa tær eitt borð á sølutorginum, sum verður á Ljósfest leygardagin 12. august í Vági, skrivar vagur.fo.

 

Sølutorgið er í tjaldinum, sum stendur í miðbýnum við SEV-húsið.  Sølutorgið er opið frá kl 13.00 – 17-00.

 

Um tú ynskir at luttaka, so send okum eini boð á teldupost: info@vagur, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo, og sæst eisini nærri i smálutum, hvussu ein ber seg at.