Sølvi hevur fingið langt leikbann

HB miðvallarin Heðin Hansen hevur fingið landsliðsboð

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur vóru tveir føroyskir landsliðsspælarar útvístir í einum og sama dysti, tá ið Føroyar týskvøldið taptu 1-0 á heimavølli ímóti Luksemburg.

 

NÚ hevur UEFA boðað frá, at René Shaki Joensen verður leikbannaður í morgin, tá ið Litava verður gestur á Tórsvølli. At brúka neyðbremsuna ímóti Luksemburg kostaði bara ein dag leikbann.

 

UEFA hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at leikbannið hjá Sølva Vatnhamar verður tríggjar dystir. UEFA sektar sambært fráboðanini frá dómaranum, sum sigur, at talan var um alboga í bróstið.

 

At Sølvi Vatnhamar, sum hevur spælt 59 landsdystir, verður leikbannaður í trimum dystum ber við sær, at hann umframt ímóti Litava í morgin eisini verður leikbannaður á útivølli ímóti Luksemburg týskvøldið og 22. september, tá ið Føroyar fara at spæla á útivølli ímóti Litava.

 

Håkan Ericson landsliðsvenjari hevur sent boð eftir Heðini Hansen. 28 ára gamli HB miðvallarin hevur seks ferðir umboðað Føroyar á A-landsliðnum.

 

Nations League dysturin millum Føroyar og Litava verður á Tórsvølli í morgin klokkan 17.