Søti HB sigurin í Montenegro er tvífaldur

Við samantaldum 6-0 sigri hevur HB í kvøld vunnið seg víðari í Europa, og sigurin á útivølli ber við sær týdningarmikil stig til føroyska roknistykkið í Europa

Tað hevur verið ilskast inn á HB, tí avrikið í Albania fyrr í summar var so vánaligt.

 

Hóskvøldið vann HB trivaligan 4-0 heimasigur í Europa Conference League, og í kvøld hevur HB legan alla orøk til at bretta sær á og líta allan føroysa fótbóltsheimin í eygnuni og tað við góðari samvitsku, tí HB vann 2-0 og harvið samantalt 6-0.

 

Hitin í Podgorica var so mikið nógvur - 38 stig - at tað var neyðugt við eyka steðgi miðskeiðis í báðum hálvleikunum, so spælararnir høvdu møguleika at fylla vatngoymslurnar.

 

Óvandu umstøðurnar órógvaðu ikki HB, sum helt høvdið kalt í øllum hitanum. Í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið bóltin meiri, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið sera trygga Teiti Matras Gestsson.

 

Heldur var tað HB, sum fimm minuttir undan steðginum legði seg á odda. Mikkel Dahl var staddur mitt fyri og ein metur uttanfyri brotsteigin, tá ið hann spældi í høgru til Hera Hjalta Mohr, sum úr eitt sindur spískum sendi bóltin millum beinini á málverjanum og í handara síðunetið.

 

So vóru fyritreytirnar hjá HB uppaftur betri. Heimaliðið hevði ein heilt góðan møguleika í seinna hálvleiki, men Teitur Matras Gestsson var dystaravgerandi, tá ið hann við beinparadu bjargaði framúr væl.

 

Frustratiónirnar millum heimamenninir vórðu alt fleiri, og norðurírski dómarin bríkslaði aftur og aftur fyri fríspørkum til HB, sum spældi skilagott og við stórum umhugsni. Ein stríddist fyri allar og allir fyri ein.

 

Daniel Johansen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið tað restaði eitt korter. Hann var eins tryggur úr 11 metrum, sum hann var síðsta hóskvøld. Tá trillaði hann bóltin mitt í málið. Í kvøld setti hann bóltin dygst úti við stólpan. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið málverjin feldi innskifta Mads Bo Mikkelsen, sum í høgru varð feldur í brotsteiginum, tá ið hann hevði spurtað langan tein og var í góðari støðu.

 

2-0 sigurin ber við sær, at HB heldur fram í Europa Conference League kappingini. Sigurin er eisini kærkomin fyri føroyskan fótbólt á tann hátt, at hann ber fleiri stig við sær í europeiska roknskapin. Tað fer at hava týdning, tá ið tað næstu árini fer at verða gjørt av, um Føroyar skulu eiga trý ella fýra lið í europeisku kappingunum.

 

 

 

Podgorica – HB 0-2 (0-1)

 

0-1: Heri Hjalti Mohr 40.

 

0-2: Daniel Johansen br 74.

 

Buducnost Podgorica – HB 0-2 (0-1)

 

0-1: Heri Hjalt Mohr 40.

 

0-2: Daniel Johansen br 74.

 

Dómarabólkur úr Norðurírlandi: Andrew Davey, Andrew Nethery, Adam Jeffrey og Lee Philip Tavinder (4. dómari)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr (Jákup Thomsen, 84.), Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Heðin Hansen, René Shaki Joensen (Áki Debes Samuelsen, 74.) – Pætur J. Petersen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Michal Przybylski (Hilmar Leon Jakobsen, 73.), Adrian Justinussen – Mikkel Dahl (Stefan Radosavljevic, 57.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi

 

Venjari: Kevin Schindler