Søvn landsins royna nýggja tøkni

Í skrásetingararbeiðinum av kirkjutoftini á Líkhúsfløtti, nýta Søvn Landsins dronur

Søvn Landsins eru nú aftur farin undir varðveitingararbeiðið av múrinum í Kirkjubø. Arbeiðið við múrinum er so væl fráliðið, at í fjør varð mett, at nú kundi farast undir onnur varðveitingartiltøk í økinum. 

 

Tí er nú farið undir arbeiðið at varðveita lítlu kirkjutoftina á Líkhúsfløtti.

Har stendur ein lítil kirkjutoft, nevnd Líkhús. Talan er helst um ta kirkju, ið umrødd er í brævi frá 1420, og sum tá er í gerð. Kirkjutoftin stendur inni á kirkjugarði, og enn síggjast leivdirnar av garðinum, ið umgyrdi kirkjugarðin, skrivar Símun V. Arge fyri Søvn Landsins.

 

Hendan toftin verður mett at vera mest hótta fornminni í Kirkjubø, tí hon stendur ytst við sjóvarmálan. Arbeiðið at varðveita toftina er mett at taka eini trý til fýra ár. Partur av arbeiðinum er at gera toftina og lendið meiri sjónligt hjá vitjandi, men vegna vantandi játtan verður hesin parturin av arbeiðinum ikki gjørdur í ár.

 

Skrásetingin av toftini og tí standi, hon er í í dag, er tó byrjað, og til hetta týdningarmikla arbeiði, hava Søvn Landsins tikið í nýtslu ómannaði flogfør, ella dronur.

Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur, hevur staðið fyri at fáa til vega og menna hesa tøkni á stovninum. Nú skuldi hon roynast, og eydnaðist hetta stak væl. Nú er fyrsta stigið tikið til ítøkiligu varðveitingina av lítlu kirkjutoftini Líkhús eins og av mentanarumhvørvinum á Líkhúsfløtti, skrivar Símun V. Arge, um fyrsta flogtúrin hjá dronuni, ið var hósdagin, 4. juni.

 

Tað er múraravirkið Sp/F Krossteig, ið stendur fyri dagliga múraraarbeiðinum. Jónhild Johannesen, arkitektur, tekur sær av bygningafornfrøðiligu skrásetingini, meðan Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.