Sofía Jacobsen 80 ár.

Okkara kæra mamma, Sofía Jacobsen Grønlandsvegur 19 í Havn, fyllir 80 ár 6. juli.

Sofía er fødd í Líðini í Kollafirði. Mangan hevur hon greitt okkum frá barnaárunum har og umstøðunum hjá hjúnum við 10 børnum. Barnaheimið var umgirt av kærleika og umhugsan, hvar øll vóru ald upp í teimum kristnu hugsjónunum og virðunum. Niðurstøðan var, at í Líðini var gott og trygt at búgva.

Bróðurin Sverri, sáli, hevur m.a. í bókini "Lívsmyndir" givið okkum frálíkar hugleiðingar um hvussu barnaárini vóru í Kollafirði hjá teimum. Bókin er vígd foreldrunum: Anna Sofía Elisabeth, f. Hansen, úr Lon í Miðvági, og Sigvald Oliver Djurhuus úr Líðini í Kollafirði.

Tá mamma var 14 ára gomul, flutti húski til Havnar, hvar tey búðu í Portigálinum úti í Tinganesi.

Blaðung fór Sofía at arbeiða í fiski hjá Carl á Lag úti við Strond. Seinni arbeiddi hon á reinsaríðnum í Tórsgøtu í mong ár.

Í 1950 giftist hon við Johannes Jacobsen, ættaður úr Hvalvík. Sama árið fluttu tey í húsini Johannes bygdi úti á Grønlandsvegi 19, hvar hon framvegis býr.

Tey bæði høvdu eitt gott hjúnarlag, og heim okkara hevur altíð verið eitt satt "Betania", hvar ikki bert familian, men eisini vitjandi mangan hava sitið væl. Blíðskapur og umsorgan hevur alla tíðina verið sereyðkenni hjá tær elskaða mamma.

Tað var ein dyggur smeitur fyri teg, tá tín elskaði Johannes brádliga var heimkallaður til Harran 10. juni fyri tveimum árum síðani.

Sum vanligt høvdu tit bæði bønarstund, áðrenn tit fóru at sova. Bønarlisti tykkara hevur alltíð verið langur, og meðan Johannes bað, tók Harrin hann heim. Sorgina hevur tú borið á ein fyrimyndarligan hátt. Tit hittast aftur hjá Jesusi.
So skjótt børnini kláraðu seg sjálvi, byrjaði tú at arbeiða sum vaskikona í nøkur ár.

Tú ynskti ikki bert at verða heima, tú hevur altíð trívist væl ímillum fólk, og vit vita, at mong eru tey, ið eru samd við okkum, tá vit siga, at tú er sera løtt at verða saman við. Tú hjálpir og hevur stuðla mongum tá ástóð hjá teimum.
Mong ár arbeiddi tú eisini á vevstovuni hjá Olevinu Joensen, fyrst Oman Stóragarð og síðani tá hon flutti í Stoffalág.

Frítíðarítrivini hava verið mong. Kvøldskúlin hevur í tær ein hollan vin. Har hevur tú millum annað lært bókbinding, steinslíping, knýting og listvevna.

Tokka til náttúruna og frítíðarfiskarí hevur tú havt frá barnaárum av. Sum blaðung var tú á hvørjum sumri vesturi í Miðvági. Hvørt einasta kvøld sat tú við Leitisvatn og fiskaði. Johannes og tú høvdu sama áhugamál, og stuttligt var at síggja tykkum standa saman og fiska millum annað við Leynavatn. Í sílaveiðufelagnum hevur tú nógvar vinir. Síðani Johannes doyði, hava fleiri av teimum koyrt teg til Leynavant. Sjálvt ungi maðurin, Adrian úr Leirvík, er komin heilt til Havnar, og hevur hann koyrt teg aftur og fram til vatnið.

Nú tú ert í Noregi og ferðast, hevur tú í fleiri dagar verið í summarhúsum á 600 metra hædd á fjalli í Telemørkini. 50 metrar niðanfyri liggur vatnið. Tú sat leingi hvønn dag og hugdi meðan sílini hoppaðu og spældi sær í vatnskorpuni. Snorri,beiggi tín, fiskaði í báti, men alt í einum treiv tú í fiskistongina, slongdi út og fast var.
Frøðin var stór, tá ið sílini komu á steikipannina, og væl smakkaði. Tú sat har við blíðum eygnabrá og smíltist. Ógloymandi, stuttligt og hugnaligt.

Frelsunarherurin hevur verið hjartabarnið hjá tær øll árini. So skjótt tú kom til Havnar byrjaði tú har, og har hevur tú sanniliga verið trúføst.

Tá dótturin Elisabeth fór til Íslands at arbeiða í Frelsunarherinum í 1967, var tú hjálpari fyri skótarnar. Uttan at ivast tók tú yvir sum hjálpari fyri skótarnar. Samstundis byrjaði tú at vera við í leiðsluni av "Heimaforbundinum" og er har enn.

Í Frelsunarherinum hevur tú arbeitt ótrúliga nógv bæði innan samkomuna og ikki minst úteftir.
Vit vita at øll, ið hoyra til Frelsunarherin takka tær hjartaliga fyri væl gjørt arbeiði. Altíð góð at heita á og aldri nei í tínum munni. Um teg kann sigast, at tú hevur í sannleika strítt hitt góða stríð. Aðalmál títt hevur alla tíðina verið at vísa á Jesus sum Frelsara heimsins.
Børn tíni, sonarkona og dótturmaður,saman við 9 ommubørnum og 13 langommubørnum elska teg og takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum øll.
Tú er rætt og slætt eygnasteinurin hjá okkum øllum.
Sverri sáli, bróðir tín, skrivaði eina yrking um mammu tykkara.
Eins og mamma tín var, soleiðis hevur tú sanniliga eisini verið. Vit taka við tey trý fyrstu ørindini:

Mamma mín,
tú meg í fangi bar,
tú legði meg at brósti,
tá eg svangur var.

Tú ansaði væl eftir,
tey fyrstu spor eg trein,
tú royndi meg at verja,
ei nakað mær til mein.

Og tá ið eg var burtur
ei gloymdur var av tær,
tú meg í tínum bønum
til Harran Gud fram bar.

Vit síggja fram til at halda dagin saman við tær í Frelsunarherinum i Tórsgøtu saman við øllum tínum vinum leygardagin tann 31. juli.

Jesus fylgi tær víðari á lívsleiðini.

Børnini.


Mynd:
Carina Eide Øyan