Sofía Nolsøe stóran leiklut á Kongaliga Teatrinum

Sofía Nolsøe hevur fingið ein sera stóran leiklut á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Saman við øðrum donskum stjónleikarastjørnum skal hon spæla ein forkunnuga leik í næstum.

 

 

Útisetin í Ghetto Føroyar í dag hevur blá eygu. Hárið er brúnt. Og hon vigar 65 kilo.

 

Hetta er tað fyrsta, ið kemur fram um ungu kvinnuna á leitiskipanini, Google. Helst er tað tí, at kvinnan er nýútbúgvin sjónleikari. Og sum sjónleikari hevur útsjóndin stóran týdning, tá arbeiði skal finnast.

 

Men starv hevur hon fingið. Saman við øðrum donskum sjónleikarastjørnum spælir hon stóran leiklut á Kgl. Teatrinum.

 

Hoyr samrøðuna við hana her: