Flogbóltur: Sofía Purkhús, ársins flogbóltsspælari í Danmark, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Jastrid Jacobsen kunnu í kvøld tryggja sær bronsumerkini í donsku landskappingini, tá liðið hjá teimum Amager VK, skal spæla seinastu bronsufinaluna ímóti Lyngby.
Amager VK vann fyrra dystin 3-2. Stendur á jøvnum eftir seinna dystin í kvøld, so verður spælt eitt ”Gylt” sett upp í 25.
Seinast í komandi viku koma føroyingarnir heim at venja við føroysku landsliðsspælarunum, sum liður í fyrireikingunum til HM/EM undankappingina, sum verður í Havn í døgunum 22. til 26. mai í ár.
Dysturin verður stroymaður beinleiðis klokkan 18000 í kvøld.
- - "Opens internal link in current window">Stroymingin sæst við at trýsta HER