Sofie, Chelsea og Hillary

Tær hava allar eitt til felags: Føroyskar troyggjur frá Guðrun & Guðrun

CLINTONVITJAN

 

Tað var eitt sindur uttanfyri skránna, tá Bill Clinton gjørdi av at fara ein túr í býin at keypa okkurt tinganest heim við aftur til konu og barn.

Og tað gjørdist Guðrun & Guðrun, sum fekk heiðurin av at selja troyggjur og turriklæði til fyrrverandi amerikanska forsetan.

Hann var her inni eina góða løtu, í hvussu er einar tíggju minuttir. Tíverri var Guðrun (Ludvig) ikki her, tá Bill Clinton stakk inn á gólvið, so hon fekk ikki vitjanina við, sigur Guðrun Rógvadóttir.

Annars hendi tað, at gjaldskortið vildi ikki rigga, og tí fór ein av lívvaktunum út í bilin við Guðrun og taldi henni dollarar í hondina at gjalda fyri vørurnar.

Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki bert forkunnugt at fáa slíka vitjan, tað er sanniliga eisini talan um eina prestigusøk. Og sjálvt um tær báðar ikki vilja gera so ógvuliga nógv burtur úr, so verður helst eitthvørt at síggja og frætta um Clintonvitjanina á heimasíðu teirra í framtíðini.

Tær báðar hava sum er fingið væl av umtalu í sambandi við troyggjurnar, sum Sofie Gråbøl er ílatin í spenningsrøðini Forbrydelsen. Verður ein komandi kvinnuligur forseti at síggja í troyggju ella turriklæði frá Guðrun & Guðrun, verður umtalan neyvan minni.

Annars kemur kenda mótablaðið Eurowoman til Føroya at taka upp føroyskan móta, millum annað framleiðslur frá Guðrun & Guðrun