Judo
Á aðalfundinum hjá Europeean Judo Union, EJU, næstseinasta vikuskiftið varð formaður Judosambandsins Sofus Johannesen valdur grannskoðari í EJU. Saman við báðum starvsfeløgum sínum úr ávikavist Ísrael og Niðurlondum skal Sofus nú hava eftirlit við fíggjarrenslinum hjá evropeiska judosambandinum.
Finland skeyt upp at velja Sofus og styðjaðu øll norðanlond, umframt rumenski forsetin í EJU, uppstillingina. Við so góðum stillarum varð breið semja um at velja føroyska umboðið.
- Tað er soleiðis at Norðanlond leggja stóran dent á at hava ein norðurlendskan grannskoðara, tí vit meta okkara rættsfatan vera av stórum týdningi í altjóða ítróttarsamgongum, sigur Sofus Johannesen. - Norðurlendsku umboðini hava miðvíst uppbygt eitt gott samstarv við leiðsluna í EJU, og hetta hevur m.a. havt við sær, at vit nú hava ein norðurlending, sum ein av ítróttastjórunum í EJU umframt grannskoðarastarv mítt.
Judosamband Føroya, sum í ár hevur 25 ár á baki, hevur verið altjóða viðurkent síðani 1983 og gjørdist limur í bæði EJU og altjóða judosambandinum IJF í 1986.