Sofus Foldbo 75 ár

Leygardagin 29. oktober fyllir Sofus Foldbo í Leirvík 75 ár.

Sofus er føddur 29. oktober 1930 á Toftum, sonur Ingu og Óla Foldbo.

Sofus er, hóast hann er komin nakað upp í árini, enn sera virkin. Hann er egningarformaður hjá útróðrarbátinum Brandi, og í frítíðini er tað serliga seyður og føroyskur dansur, ið hevur hansara áhuga.

Annars hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum. Var sum ungur eitt stutt skifti og arbeiddi á norskum bóndagarði, men var annars mest á sjónum til hann sum 45 ára gamal fór at arbeiða fast á landi. Hann var við til at gera Eysturoyartunnilin, Leynartunnilin, tunnlarnar í Kalsoynni og í Leirvík, tey nógvu árini sum arbeiðsformaður. Seinastu árini, til hann fór frá fyri aldur, hevði hann við viðlíkahaldið av vegunum í pørtum av Eysturoynni at gera.

Sum nevnt dámar honum væl føroyskan dans, og hann hevur í nógv ár verið formaður í Eysturoyar Dansifelagi. Tí skuldi tað ikki undra, tá hann nú leygarkvøldið heldur føðingardag í LÍF-húsinum, at farið verður upp á gólv.

Vit ynskja Sofusi tillukku við teimum 75 árunum.

x.