Niels Uni Dam
Sofus Olsen upplivdi at síggja savnið lata upp í 2006, men andaðist minni enn eitt hálvt ár seinni, 92 ára gamal. Tá hann í oktober 2006 svav inn í tann æviga blundin, slóknaði ein eldsál, ið brendi fyri tí honum dámdi, og sum hann helt vera rætt.
Hetta sendi Sofus undir jørðina undir krígnum, gav honum frálík úrslit sum reiðari, álitissessir í fíggjarheiminum og var drívmegi hjá honum at savna nokk besta privatsavn av føroyskari list, ið nú hongur á Listasavninum á Sandi.
Sofus varð føddur á Sandi og búði har øll barnaárini. Ein part av barndóminum búði Sofus hjá ommu og abba sínum. Hetta var í grannahúsinum hjá Listasavninum á Sandi. Hesi húsini standa enn uppi, og ætlar nevndin fyri Listasavnið at seta tey í stand.
Sluppfiskiskapur
Konfirmeraður fór Sofus, sum dreingir flest til skips. Hann var sluppfiskimaður í fimm ár, inntil hann í 1935 fór á háskúla. Ætlanin var altíð, at hann skuldi við aftur sluppini, tá háskúlin var av. Men so var ikki, og hóast hann seinni bæði silgdi og fekst við reiðaravirksemi, so var hetta endin á hansara lívið sum fiskimaður.
Til Danmarkar at lesa
Á háskúlanum sá Símun av Skarði gávurnar hjá unga manninum og spurdi hann, hvørjar ætlanir hann hevði. Sofus segði, at hann skuldi aftur til vaðbeinið. Men hetta helt Símun av Skarði ikki. Hann segði, at um hann slapp at avgera tað, so skuldi Sofus til Danmarkar á preliminerskúla. Hetta var í 1936, og Sofus so gjørdi. Hann gekk á preli-minerskúla í Høng í tvey ár, síðan fór hann á student somuleiðis í tvey ár.
Búskap í Århus
Í 1940 hevði Sofus fingið studentsprógv og skuldi undir víðari lestur. Áhugin var fyri søgu. Men ein vinmaður hansara á studentaskúlanum fór til Århus at lesa búskaparfrøði. Hesin greiddi Sofusi frá, at hetta var skilabesta útbúgvingin at fáa sær. Sofus lat seg yvirtala og fór við. Men tíðin í Århus gjørdist tó ikki long. Sofus sigur, at hann kendi næstan ongan í Århus. Har vóru ikki nøkur onnur av teimum, ið hann hevði lisið saman við, og allir føroyingarnir vóru í Keypmannahavn og lósu. Hann treivst tí als ikki har. Tá hann hevði lisið í ein mánað, avgjørdi hann at flyta. Hann fór til Keypmannahavnar, har hann var innskrivaður á universitetið at lesa til cand. polit.
Lestur undir krígnum
Hetta vóru hendingarík ár í Keypmannahavn. Kríggið setti sín dám á tilveruna, og gerandisdagurin hjá Sofusi varð eisini nógv merktur av hesum. Sofus gjørdist partur av mótstøðurørsluni. Hann arbeiddi á tí ólógliga blaðnum Information. Har hann var handlangari, sum hann sjálvur kallar tað. Hetta var skitið arbeiðið við at hjálpa við at duplikera bløð við trumlum og blekki. Eisini var nógv baks við, at fáa til handa neyðuga tilfarið. Arbeiðið við ólógligu bløðunum var týdningarmikið og tíðarkrevjandi arbeiði, men eisini sera vandamikið. Í desember 1943 varð ein av starvsfeløgunum hjá Sofusi tikin. Hann nevndi nøkur nøvn. Millum annað navnið á Sofusi. Sofus hevði júst verið til skrivliga próvtøku, men varð noyddur undir jørðina, áðrenn hann slapp upp til munnliga próvtøku. Hann var sera keddur av hesum, tí hann hevði fyrireikað seg til próvtøkuna og vildi ikki, at hetta arbeiðið skuldi fara til spillis. Tí valdi hann, at møta upp til munnligu próvtøkuna, væl vitandi um, at nasistarnir kundu taka hann. Hann var gjøgnumbloyttur í sveitta, áðrenn próvtøkan var av. Men tað gekk væl, og hann slapp undir jørðina aftur uttan at verða tikin.
Hetta var í januar 1944, og Sofus fekk tí ikki gjørt meira við skúlan, fyrr enn kríggið var av. Í staðin nýtti alla sína tíð til arbeiðið við ólógligum bløðum
Heim til Føroyar
Aftan á kríggið brúkti Sofus fyrstu tíðina til at halda fríð, áðrenn hann byrjaði aftur at lesa. Í 1949 var hann liðugur sum cand. polit. Hann skuldi nú velja sína lívsleið. Hann hugsaði eitt sindur um, at fara í starv í ministeriuminum í Danmark. Men Johan Djurhuus vildi hava hann at koma heim í eitt starv í búskapargrunninum. Sofus søkti starvið, men fekk tað ikki. Hann sigur orsøkina vera hansara politiska tilknýti, ið ikki var tað sama, sum tað hjá tí, ið skuldi seta starvið.
Stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin
Hann byrjaði í staðin hjá sakfør-aranum Leif Waagstein. Skrivstovan hevði nógv arbeiði innan vinnulívið, og Sofus var settur at arbeiða við hesum. Her treivst hann ikki serliga væl. So tá Erlendur Patursson í 1950 bað Sofus um at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin á fyrsta løgtingsvalinum, ið flokkurin stillaði upp til, var hann til dystin fús. Hann var sostatt við til at tryggja flokkinum, neyðugu atkvøðurnar til at fáa tvey umboð á ting. Um sama mundið fór hann í starv sum skrivari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann røkti hetta starv til í 1954, tá han fór av landinum aftur.
Góðir dagar í Skotlandi
Sofus leitaði sær til Glasgow í Skotlandi. Sofus kallaði Glasgow eitt magiskt stað, og hann hevur miklan alsk til Skotland restina av lívinum. Í Glasgow starvaðist hann í tvey ár hjá Scottish Cooperative Wholesale Society. Hann mintist hetta sum sínar bestu dagar. Hann vildi fegin halda fram í starvinum, og tey vildu eisini fegini hava, at hann varð verandi, men hann fekk ikki arbeiðsloyvi. Tí noyddist hann heim aftur. Nógv fremmandafólk kom til Bretlands í árunum eftir kríggið, so trupult var at fáa arbeiðsloyvi. Tað gjørdi heldur ikki støðuna betur, at Scottish Cooperative Wholesale Society stuðlaði Labour, og teir konservativu sótu í stjórn. S
Sigldi við fiski
Heimaftur komin til Føroyar arbeiddi Sofus eitt sindur fyri D.P. Danielsen, og fekst við leyst og fast. Hann fór í 1957 til Aberdeen at royna eydnuna. Men treivst ongantíð veruliga har, so tá nakrir mánaðir vóru farnir, fór hann aftur til Føroyar at arbeiða fyri Samvinnufelagið og Fiskimannafelagið. Sofus varð settur sum troubleshooter og fekst við fiskin frá útróðrinum í Grønlandi. Hann sigldi við farmaskipum niður til evropeiska marknaðin við fiskinum og hevði ábyrgd av at ansa eftir fiskinum, takað sær av trupulleikunum, um okkurt var áfatt við góðskuni og syrgja fyri, at eingin snýtti føroyska seljaran. Her var talan um túrar m.a. til støð sum Grikkaland, Napoli og Rom.
Reiðari í 40 ár
Í 1961 gjørdist hann reiðari á Havsøka til hann í 1967 segði hetta starv frá sær og gjørdist reiðari á Pálli. Her byrjaði samstarvið við Demmus Hentze, ið átti skipið og var skipari á tí. Hetta samstarv helt í 32 ár, og hóast Pállur varð skiftur út við Hoyvíking, so hildu Sofus og Demmus fram við somu leiklutum. Sambært sofus gav Demmus honum fríar teymar. Hetta trivust teir báðir væl við. Hetta er kanska heldur ikki so løgið. Tí tey 40 árini Sofus fekst við reiðaravirksemið hevði hann ikki reyð tøl á einum einasta roknskapi. Hetta hóast tíðirnar og fiskiskapurin vóru skiftandi.
Yrkið í fíggjarheiminum
Í 1963 varð Búskaparráðið sett á stovn, Sofus var við frá byrjan. Hann røkti henda álitissess fram til 1992. Í tíðarskeiðinum 1980-92 sat hann sum formaður í ráðnum.
Í árunum 1964-70 virkaði Sofus sum fiskaútflytari. Hann seldi fisk fyri nøkur skip, ið ikki vóru undir Fiskasøluni, hetta var eftir áheitan frá Løgmanni Hákuni Djurhus, ið bað hesi fiskiskip um at selja fiskin í felag. Hetta starv gavst Sofus við í 1970, tá táverandi stjórin í Føroya Banka bað hann um at koma í starv sum grannskoðari hjá bankanum. Sofus var grannskoðari í bankanum fram til 1987, tá hann fór frá. Miðskeiðis í 80’árunum, royndi Sofus sum grannskoðari hjá bankanum at senda boð til Den Danske Bank, um at sum gongdin var, fór at verða galin endi, men sambært Sofus vildi Revisiónschefurin ikki bera boðini víðari.
Áhugin fyri listini
Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta málning, og samlaða, til sín deyða, serliga útvalda føroyska list. Áhugin fyri myndlistini kom síðst í fimti árunum. Hesa tíðin gekk hann inn í hús, har nógvir málningar hingu og hesir vaktu hansara ans. Um sama mundið gjørdist hann vinmaður við Nonnegaard, ið var stjóri í Føroya Banka. Nonnegaard hevði stóran áhuga í myndlist, og hetta smittaði. Saman við Hanus við Høgadalsá, settu Sofus og Nonnegaard eina ávísa upphædd um mánaðin av til at keypa listaverk hjá útvaldum listamonnum, m. ø. Ingálvi av Ryeni. Teir deildu síðan listaverkini í millum sín.
Áhugan fyri myndlist hevði Sofus felags við konu sína Gunnhild, ið hann giftist við í 1965. Gunnhild hevði sjálv málað sum yngri, og í húsunum á Tinghúsvegnum vóru longu, tá Sofus flutti inn listaverk av málarum sum Waagstein og Mikines. Tey høvdu sostatt bæði nógva gleði av listini, ið tey samlaðu sær gjøgnum árini heilt upp til 1999, tá Gunhild andaðist.
Høg góðskukrøv
Sofus hevði eisini stóran áhuga í aðrari list, bæði tónlist og bókmentum. Hann var kendur fyri sínar onkuntíð heldur bersøgnu meiningar og setti høg góðskukrøv. Hetta hevur verið við til, at gera savnið hjá Sofusi, til ivaleyst tað mest forkunnuga og spennandi privata listasavnið í Føroyum.
Hetta er list, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív sum listasavnari. Við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ingálvi av Reyni. Alt savnið hongur nú á Listasavninum á Sandi, ið Sofus bygdi til sama endamál.
---
[email protected]