Noreg
Í vikuskiftinum gekk tað út av lagi illa hjá føroyska felagnum í norskum fótbólti. Sogndal hevði vitjan av Rosenborg úr Tróndheimi, sum í fleiri ár hevur verið roknað at vera besta fótbóltsliðið í Norðurlondum.
Og tað spældi ikki væl av. Rosenborg fór avstað aftur við 6?1 sigri í viðførinum. Hetta er størsta avhølvingin, sum Sogndal leingi hevur lagt rygg til.
Besti spælarin hjá Sogndal, Tommy Øren, var á høkjum uttanfyri vøllin (hann breyt beinið mikukvøldið), og hvørki Julian Johnsson, sum nústaðni er farin at venja við fullari ferð eftir beinskaðan, ella Kurt Mørkøre vóru á vøllinum.
Og tað sær út til, at vánirnar hjá Kurt um at vinna plássið í Sogndal álopinum aftur, ikki eru góðar. Í vikuskiftinum hava teir í Sogndal sagt í norskum fjølmiðlum, at teir samráðast við Håvard Flo. Flo maðurin hoyrir til enska Wolverhampton, sum vil sleppa av við hann. Håvard, sum er systkinabarn við Jostein og Tor André, hevur røtur í Sogndal. Síðani hann fór úr Noregi hevur hann spælt við AGF og Werder Bremen, áðrenn hann kom til bretska felagið.
Svein Bakke, ítróttarstjóri í Sogndal, sigur, at avtalan um at keypa Håvard Flo kanska kemur upp á pláss, áðrenn Sogndal hósdagin skal spæla á útivølli ímóti Moss.
Sorlið
Rosenborg kom í handa vending framum 2?0 í Sogndal. Eitt vet av spenningi kom í aftur, tá Sogndal minkaði um munin. Tað var vorðið sum mál, sum varð heilfluktað úr 25 metrum.
Men í 2. hálvleiki gjørdist munurin alt meiri eyðsýndur. Stórsigurin hjá Rosenborg hevði við sær, at teir komu á fremsta plássið í tippuliguni, sum teir so at siga hava havt patent upp á í fleiri ár. Undan hesum umfarinum var Viking Stavanger ovast, men teir megnaðu ikki at vinna á Ullevaal ímóti Lyn.